Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Føroysk íverksetarafyritøkan Green IQ, er nú byrjað ferðina út í heim at selja eina føroyska uppfinning og er í hesum døgum á fiskarímessuni í Aalborg, DanFish.

- Tey flestu stóru skipini í Føroyum og Grønlandi hava hesa oljulensaran umborð. Royal Greenland og Polar Seafood hava valt tað til øll tey stóru skipini, eisini til komandi nýbygningar, sigur stjórin í Green IQ, Jóhann Fagraklett við VP.

- Nøkur anlegg eru eisini í Noregi, Danmark og Bretlandi, sigur stjórin.

Tað er seks ár síðani tey fyrstu anleggini vóru sett upp, og øll anleggini koyra gott enn, sambært stjóranum. Einki filtur ella annað viðlíkahald er í skipanini.

Oljulensarin er patenteraður í Europa, Kina, Avstralia og USA. Endaligt patent í Kanada og Brasil er eisini á gáttuni.

Seinastu tvey árini er umleið 85% av vørunum hjá Green IQ farin til útflutnings.

- Nú leitar Green IQ eftir agentum og fyritøkum úti í heimi, sum kunna selja og montera útgerðina.
Nøkur anlegg eru í ordra sum er, harímillum fýra nýbygningar, sigur Jóhann Fagraklett.

- Sum nú er keypa vit tilfar úr øðrum londum, kappa til og sveisa saman til maskinur, sum vit so selja út til onnur lond.

- Fleiri av kundunum siga at útgerðin frá Green IQ burdi verið standard umborð á øllum skipum, men har til eru vit ikki komnir enn.

- Ein maskinmaður segði einaferð at útgerðin kann samanberast við sprinklarin til forrútin á einum bili. Uttan sprinklara klárar man nokk at koyra ein langan túr um summarið við nógvun støvi og flugun á rútinum.

- So kann man bara steðga á í heilum og vaska við vatni og sápu.

- Men hevur man fyrst roynt ein bil við sprinklara, so skilur man ikki, hvussu man kláraði seg áðrenn... Og tað fór eisini við nógvari tíð.

- Nakað sama støða er í maskinrúminum. Alt blívur reint uttan at nakar maður hjálpur til, og so verður eisini nógv tíð spard og nógv sápa, sigur stjórin.

- Lensivatnið verður reint og útgerðin kann eisini taka vatnið úr oljuslamm-tanganum, sigur Jóhann Fagraklett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann