Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava bæði rætt og skyldu til at taka verfalls- og verkbansvápnið í nýtslu til tess at røkja síni áhugamál.

Teir taka ábyrgd av sínum limum hvør í sær, og rinda sjálvir fyri tað eitt verkfall kostar.

Hetta er fult legalt, og hvør partur skal sjálvsagt í sínum lagi royna at fáa sum best og mest burturúr við at leggja trýst á mótpartin.

Hervið fæst tann javnvág í sáttmálasamráðingunum, sum er ein avgerandi fyritreyt fyri einum natúrligum og forsvarligum lønarlag, sum báðir partar kunnu liva við.

Lán fyri milliónir
Men Kristina Háfoss er nú í holt við at avskepla hesa natúrligu javnvág!

Hon hevur nú sum ein annar miskunsamur samaritani avgjørt at geva øllum starvsfólkum í verkfalli fulla løn, uttan, at hesi hava rætt til eina einastu krónu.

Tað kann fyri ein uttanfyristandandi tykjast, sum Kristina Háfoss heilt hevur gloymt leiklutin sum arbeiðsgevari, og ístaðin er vorðin fakfelagsleiðari!

Í hvussu er hevur hon fyribils yvirtikið fíggjarligu ábyrgdina hjá verkamannafeløgunum soleiðis, at limirnir nú fáa fulla løn frá arbeiðsgevaranum, ístaðin fyri frá fakfelagnum, meðan verkfall er.

Slíkt stórsinni hevur neyvan nakar fíggjarmálaráðharri víst í nýggjari tíð!

Hvar er heimildin hjá Kristinu Háfoss, at útgjalda hetta lán - tí gáva er tað vælsaktans ikki - til fólk, sum als ikki eru til arbeiðis, kundi hóskandi verið spurt?

Ólógligar lønarútgjaldingar
Er hetta ikki mandatsvik, tá peningur verður útgoldin uttan heimild, og uttan at talan er um nakað rættarligt krav yvirhøvur?

Veruleikin er nevniliga tann, at ongin munur er á at útgjalda hesar somu pengar til onkran hissini Per ella Pól, sum sjálvsagt hevur líka lítið krav uppá peningin, sum ein hvør limur í Føroya Pedagogfelag í verkfalli hevur tað.

Øll vita, at ein grundleggjandi treyt fyri at útgjalda løn er, at lønin er upptjent, og at eitt lønarkrav í heila tikið eksisterar.

Fyri okkum onnur er tað bæði líkatil og sjálvsagt, at ongin hevur krav uppá løn, sum ikki er til arbeiðis, og ikki hevur lógligt forfall!

Hetta eru verkafeløgini eisini fullgreið yvir, - men bara ikki Kristina Háfoss!

Bert populisman telur!
Fyri hana telja eftir øllum at døma hvørki vanligt fyrisitingarligt reglusemi ella rættarlig princippir.

Her telur bert populisman, - so vertin á heimildir og almennar fyrisitingarligar grundreglur!

Og hví skal man í heila tikið sýna fíggjarligt fyrilit og eftiransni, - talan er jú bara um at brúka peningin hjá øðrum!

Gloymd er arbeiðsgevararollan, - og gloymd er aðaluppgáva fíggjarmálaráðharrans, nevniliga til eina og hvørja tíð at umsita almennan pening við skynsemi og varsemi, og harundir at verja skattaborgaran móti øllum óneyðugum - og ikki minst øllum óheimilaðum útreiðslum.

Veruleikin er, at Kristina Háfoss agerar hvørki sum arbeiðsgevari ella fíggjarmálaráðharri.

Ístaðin átekur hon sær leiklutin sum opportunistiskur breyðpolitikari, og misbrúkar sín ráðharrasess til lættkeyptan popularitet.

Kristina spælir uppá kenslurnar
Í eini sera álvarsamari støðu, har landið er rakt av einum meinum verkfalli, velur hon at dyrka sentimentalitetin!

Hon spælir uppá kenslurnar, - at tað er synd í fólki, sum ikki fáa løn, - sjálvt um tað er sjálvboðið at fara í verkfall – vit skulu jú vera góð við hvønn annan um jólini!

Samkenslan er sermerkt og ikki sørt fyrimyndarlig – og glorian hjá Kristinu Háfoss er eyðsýniliga ikki langt burtur!

Kommunalpolitikarar í jólahýri
Nógvir kommunupolitikarar, sum eru vingulskøltar av natúr, og hvørs sjónarmið og avgerðir ofta laga seg eftir rákinum í samfelagnum, eru heldur ikki seinir á sjóvarfallinum, tá tað snýr seg um at koma í jólahýr, og eins og Kristina Háfoss brúka hesir milliónir av annans mans peningi í heimildarloysi.

Teir vita, at tað, sum telur og umræður her í samfelagnum, er at skapa persónligan tokka og empati, - so teir kunnu vera afturvaldir - og ikki borgarliga skyldan at umsita almennar kassar við skynsemi og eftir føstum reglum og princippum.    

Ríkiliga úrvalið av slotandi opportunistum í kommunalum høpi hevur nevniliga fyri langari tíð varnast, at fremsta kvalifikatiónin hjá einum fólkavaldum er altíð bara at vera fittur og gávumildur uppá skattaborgarans rokning, og at tað ongantíð fær avleiðingar at forbróta seg ímóti teimum reglum, sum settar eru í verk til tess at verja henda sama skattaborgara móti almennum sviki.

Onkrir glottar eru tó í kommunalum høpi. Tað eru tíbetur altíð einstakir persónar ímillum, sum hava integritet og ikki lata seg ríva við populistiska streyminum. Teimum skylda vit eitt svar uppá, hví heimildarleysar lønarútgjaldingar ikki skulu fáa avleiðingar fyri tey seku, meðan teir - við at halda lógina og vera princippfastir, - óuppiborið vera skýrdir fyri at vera bæði forstokkaðir og kensluleysir.  

Hvat sigur Aksel V. Johannesen?
Men hvat sigur Aksel V. Johannessen, løgmaður, til slíkt misbrúk og svik við almennum peningi?

Hevur hann ikki eina skyldu til at hava eftirlit við sínum landsstýrisfólki, og í síðsta enda kommununum, og syrgja fyri, at lógin verður hildin?

Henda og komandi ósemjur á arbeiðsmarknaðinum koma væl saktans at vísa, um hann sum løgmaður hevur nakran rygg og røkir sínar skyldur, ella bara velur ómakaleysa leiklutin at lata standa til, meðan rættarsamfelagið verður ryggbrotið innanífrá. 

Bjørn á Heygum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo