Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Eini 1000 fólk vóru komin saman á Vaglinum í Havn, tá Pedagogfelag Føroya skipaði fyri einum mótmælistiltaki seinnapartin í dag.

Tiltakið vardi í góðar 75 minuttir, og á skránni vóru fleiri røður.

Harímillum helt Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, røðu. Í røðuni vísti hon á, at síðan sjeyti- og áttatiárini er professionaliseringin av pedagogfakinum økt, meðan virðingin fyri fakinum harafturímóti ikki er økt.

Meira áhugavert heitti hon á ommur og abbar um at gevast við at vera so fitt og átaka sær verkfalsrakt arbeiði - allarhelst millum annað sipandi til, at ommur og abbar kring landið átaka sær at ansa eftir børnunum, so at foreldur sleppa út at arbeiða onnur arbeiði, meðan verkfallið er.

Marna K. Jacobsen metti herundir, at fyri at verkfallið skal hava slagkraft, er neyðugt, at ommur og abbar halda seg aftur við at rætta eina hjálpandi hond.

Verkfallið hjá pedagogunum hevur nú vart í nærum ein mánað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo