Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Tunnilsvegurin á Hvítanesi varð nevndur í býráðnum í gjárkvøldið, tá málið um innkomuvegin til Havnar var á skrá sum seinasta mál á býráðsfundinum - fyri læstum hurðum.

Undirritaði hevði biðið um at fáa málið um tunnilsvegin á skrá, og tí haldi eg ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg beri víðari, at á fundinum vóru ongi lyfti givin um, at nøkur broyting verður gjørd í vegaføringini norðanfyri Hvítanes, sum hevur ørkymlað hvítanesfólk.

Tvørturímóti vóru ábendingar um, at loysnin, sum hevur ligið frammi, verður tann endaliga – ella nærum tann endaliga.

Býráðið varð kunnað um allan innkomuvegin og harvið vegaføringina úr Hvítanesvegnum oman fyri teir ovastu býlingarnar í Havn vestur undir Krákugjógv.

Hetta er teinurin, sum drúgt stríð hevur staðið um meginpartin av hesi øldini. Har tóktist í gjár vera komið glið á møguleikarnar fyri loysnum, so myndugleikar kunnu draga eina línu.

Fyri Havnar kommunu hevur verið umráðandi at fáa fleiri íbindingar í býlingsvegirnar, so ikki øll ferðslan endar í sama stað. Tosað verður nú eisini um eina bergholsloysn vestanfyri Villingardalsvegin á strekkinum oman undir Krákugjógv, haðani ferðslan kann fara í ymsar ættir.

Ivamálini um innkomuvegin skula loysast, tí ferðslumynstrið fer at broytast stórliga við tunnlinum, men tað er harmiligt, at innkomuvegurin úr Eysturoynni byrjar við eini loysn, sum als ikki hóvar teimum, ið skula hava hann og hansara ferðslugang undir oyranum hvønn dag í framtíðini.

Tað er at ganga fólki ov nær.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo