At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Í næstum verður altjóða avtalan um at verja flytifugl, AEWA, dagførd soleiðis, at veiðubann skal leggjast á lunda og álku. Hendan broyting kemur í kjalarvørrinum av, at hesi fuglasløg nú eru mett av IUCN at vera í ávísum vanda at gerast oydd, um núverandi stovnsgongd heldur fram.

Føroyar hava verið við í AEWA síðani 2003, og seinastu 15 árini hava vit gleðiliga verið við uttan himpr.

Nú, tá avtalan fer at umfata okkara egna veiðufugl, gerst søgan brádliga ein onnur.

Sjúrður Skaale og Magni Arge, fólkatingslimir, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hava allir meldað greitt út, at Føroyar má sleppa sær undan einum slíkum veiðubanni, uttan at gera nakra roynd at umrøða ella viðgera orsøkirnar til, at tað er komið í lag.

Hetta metur Føroya Fuglafrøðifelag vera ein sera keðiligur almennur hugburður mótvegis einum álvarsligum umhvørvismáli.

Sjúrður Skaale verður í Portal.fo t. 20 juni endurgivin fyri m.a. at siga, at ”veruleikin í Føroyum er ein annar enn í suðurevropa”.

Gamaní, lond eru ymisk, men sum heild er hendan útsøgnin rættiliga innantóm og óviðkomandi í verandi høpi.

Fyrisiting av fuglastovnum er í stóran mun eitt altjóða samstarvsmál, av tí at flytifuglasløg eiga sín veruleika í fleiri londum; fleiri av “okkara” búfuglum eiga vetrarvist í Suðurevropa og enntá væl longur suðuri, summir langt sunnanfyri ekvator.

Samstundis tekur hann ikki við, at fleiri av okkara grannalondum her norðuri eisini stúra fyri sínum fuglastovnum; harímillum Skotland, hvar støðan hjá millum øðrum ritu, lunda og kjógva er vanlukkulig.

Hetta er ikki ein “suðurevropeiskur” trupulleiki.

Enn meira grunnur var Poul Michelsen, tá hann í Degi & Viku 3. juli heilt einfalt bar fram, at Føroyar mugu ”fáa tikið okkara part av avtaluni burturúr”, ella, um tað ikki var møguligt, so at ”fáa hini londini at skilja tað, at hatta ber ikki til, og at fáa tey at atkvøða ímóti uppskotinum”.

Hvørgin politikari gretti orð um, hvørjar orsøkirnar munnu vera til hetta veiðubannið, og um tað kundi verið føroysku fuglastovnunum at bata.

Landsstýrismaðurin kallaði bert veiðubannið fyri ein ”trupulleika”.

Men nýggja veiðubannið kemur ikki úr ongum. IUCN ger eitt umfatandi arbeiði, har tey endurskoða alla tøka vitan um hvørt einstakt djóra- og plantuslag, og síðan gera eina savnaða meting um stovnsgongdina hjá slagnum. Hendan vitan er fingin til vega eftir haldgóðum mannagongdum og gjølla viðgjørd av altjóða vísindaliga felagsskapinum.

Har finnast, heilt einfalt, ikki betri undirbygdar niðurstøður um stovnar enn tær hjá IUCN.

Tá tey so vísa á, at afturgongdin hjá umrøddu fuglasløgum er so álvarslig á heimsstøði, so er ongin orsøk til at halda, at støðan er øðrvísi hjá okkum í Føroyum. Og sjálvt um hon er, so eru okkara flytifuglastovnar ikki avbyrgdir frá umheiminum á sama hátt sum okkara landbundnu djór, og tískil heldur ikki frá heildargongdini.

Um vit eina løtu hyggja burtur frá ørkymlandi heimsstøðuni hjá okkara veiðufuglum, so hava vit enn ein lokalan trupulleika.

Flestu føroyingar munnu vera samdir í, at vit mugu umsita okkara náttúru á ein skynsaman hátt. Men vit hava trupult við at semjast um, hvussu tað skal gerast, og í hvussu stóran mun.

Nógv hevur resta í, tá vit hava roynt okkum við náttúrulógum og -fyrisiting, og tí finnast hvørki greiðar stovnsmetingar av nøkrum fuglaslagi ella nakað serligt av álítandi veiðutølum.

Hóast hetta, so hava sjálvt landsins leiðarar lyndi til at tveita út uppáhald við óuppibornari vissu.

Tá Magni Arge sigur við Fagpressen.eu, at “beskyttelse af fuglebestanden kan godt kombineres med bæredygtig fangst, og det princip vil vi gerne holde fast i på Færøerne”, so hevur hann í einum handarbragdi gingið út frá, at Føroyingar dríva burðardygga veiðu.

Men hvussu er hann komin fram til hetta?

Vit eiga stórt sæð ikki annað enn leysar gitingar, grundaðar í gomlum siði.

Royndirnar, ið tey gomlu hava gjørt sær, hava sjálvsagt sítt virði, og eiga vit at varðveita minnið um veiðusiðirnar, so ella so.

Men hóast nógv vilja vera við, at tey í fyrndum livdu í fullkomnum samlag við nátturuni, so vistu tey ikki meira, enn hvat vit gera nú, og tá náttúrufyrisiting viðvíkur kunnu sjálvt bestu heimaráðini ikki takast framum neyv hagtøl.

Slík hagtøl eiga vit ikki; sama, hvat politikkarar tveita um seg við leysum uppáhaldum. Harvið eiga vit onki haldgott vitanargrundarlag fyri at halda fram við lunda- og álkuveiðu.

Til samanberingar, so hevur verið møguligt hjá føroyingum at grundgivið fyri burðardygt grindadráp út frá áhaldandi hvalagranskingini, ið verður gjørd í samstarvi millum Náttúrugripasavnið og NAMMCO.

Nakað av fuglateljing og -gransking verður gjørt í Føroyum, men bert av einstøkum sløgum í einstøkum økjum. T.d. verður lomvigi taldur í Skúvoy, lundi í Mykinesi og drunnhvíti í Nólsoy; øll sum partur av altjóða Ramsar-sáttmálanum.

Men tá metast skal um stovnsgongdina av hesum sløgum í Føroyum sum heild, so eru tær teljingarnar ikki nøktandi.

Tí er tað av alstórum týdningi, at landsins leiðsla slóðar fyri at gera landsfevnandi og áhaldandi fuglateljingar, og at hon samstundis ásetur krav um skráseting av allari fuglaveiðu. Ikki fyrr enn hetta er komið í lag, kunnu vit gera veruligar metingar um stovnsgongd og veiðutrýst, og síðani meta um, hvørt vit veiða burðardygt ella ei.

Føroya Fuglafrøðifelag heldur sostatt ikki, at Føroyar skal snúgva seg undan ábyrgd, tá tosað verður um verju av heimsins flytifuglastovnum.

Vit viðurkenna sjálvandi, at fuglaveiða hevur stóran týdning fyri føroyingar, bæði sum heimlig føðikelda og sum mentanararvur.

Vit meta tað vera beint fram syrgiligt, at tað er neyðugt at avmarkað lokala matframleiðslu.

Men heimurin er nógv broyttur seinastu áratíggjuni, og vit mugu ásanna, at nógv fuglasløg eru í váða.

Okkara støða er ikki øðrvísi enn tann hjá øðrum londum, og vit bera øll somu ábyrgd. Tí mugu vit semjast um at hyggja útum okkum sjálvi og gera tað, vit eru ment at varðveita og endurreisa okkara náttúru.

Nevnd Føroya Fuglafrøðifelagsins

Nevndin er:
Sjúrður Hammer – Formaður
William Simonsen – Næstformaður
Jón Aldará – Nevndarlimur
Svein-Ole Mikalsen – Nevndarlimur
Andrea Midjord – Skrivari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo