Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Nøgdin av posti er minkað. Nøgdin av frakt er vaksin. Tí dagførir almenna partafelagið Posta nú sínar mannagongdir.

Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at ein umsókn, sum er latin Vinnumálaráðnum, nú er góðkend, og tí verða broytingarnar framdar.

- Lýsingabløð, pakkar og flutningur til fyritøkur verða borin út sum higartil. Postur til privat húsarhald á størru plássunum verður borin út soleiðis, at helvtin av húskjunum fær post mánadag og mikudag, meðan hin helvtin fær post týsdag og hósdag.

Talan er um eina tillaging til ta støðugu talgildingina av brøvunum, og broytingin tryggjar Posta framhaldandi lønsemi í postútbering, verður sagt.

Posta lovar, at góðskan á útberingini verður óbroytt. Málið er, at 95% av øllum brøvum skulu verða móttakaranum í hendi fjórða gerandisdagin, eftir at brævið er Posta í hendi.

- Hóast vanligur postur ikki verður borin út fríggjadag, verður góðskan ikki ávirkað, tí stórt sæð ongi brøv hava verið í fríggjadagsútberingini seinastu árini. At tilgongdin hevur tikið drúgva tíð og hevur ávirkað starvsfólk, er harmiligt og eigur ikki at koma fyri. Í samband við tillagingarnar eru goð 11 ársverk spard, sigur Posta at enda í tíðindaskrivinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo