Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Vinna

Onki land seldi so nógvan fisk til Russlands sum Føroyar í fjør.

Og hesa støðuna skulu vit halda fast í, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkismálum í samrøðu við tíðindastovuna Reuters.

28% av samlaða føryska vøruútflutninginum fór til Russlands í fjør, helvtin av útfluninginum var laksur, vísa tøl frá Hagstovuni.

Stóri vøksturin í føroyska fiskaútflutninginum til Russlands byrjaði í 2013, tá ES setti tiltøk í verk ímóti Føroyum tí semja fekst ikki um kvotur á uppsjóvarfisk.

- Vit vóru í neyð, men Russland bleiv bjargingin og fór at keypa meira frá okkum, sigur Poul Michelsen.

Hann miðar eftir at undirskriva fríhandilsavtalu við Russland og hini londini í EEU felagsskapinum, Kasakhstan, Armenia, Hvítarussland og Kirgistan næsta ár eftir fyrst at hava skrivað undir eitt ætlanarskriv longu í August.

- Tað var skeivt av okkum at seta alt okkara álit á ES. Vit hava lært ikki at leggja øll eggini í somu kurv, og vit ætla ikki at vera so viðbrekin men spjaða okkara útflutning út á fleiri lond, sigur Poul Michelsen í samrøðuni við tíðindastovuna Reuters.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo