Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er ein bólkur í Føroyum, sum ongan góðan eigur í løtuni. Ein bólkur, sum er raktur av herviligari sjúku, men sum dettur ímillum, tí tey enn ikki eru blivin 67 ár. Politiska skipanin kallar tey fyri markamóti. Hoyra tey til tað almenna ella hoyra tey til undir kommununnar? Ongin vil kennast við tey, tá tað kemur til at veita teimum og teirra avvarðandi eitt virðiligt tilboð, nú Alzheimers sjúkan hevur rakt tey, áðrenn tey blivu 67 ár.

Síðan eldraøki bleiv lagt út á kommunurnar, hevur tað víst seg, at yngri fólk, sum hava fingið staðfest Alzheimer, hava torført at fáa nøktandi tilboð. Kommunurnar siga seg hava yvirtikið eldraøki, sum er 67+, meðan almannaverkið sigur at kommunurnar hava yvirtikið eina umsorgarnartænastu, sum yngri alzheimerrakt eiga at vera fevnd av.

30.05 í ár bleiv avtala um markamóti undirskrivað millum Almanna og Heilsumálaráðið og KAF , men onki innihald er í, tí ein nevnd skal setast at útgreina økini, og eg kenni onki til at hendan nevndin er farin tilverka enn.

Eg skilji væl, at kommunurnar ikki vilja gjalda fyri eitt øki, tær ikki halda seg hava yvirtikið og umvent, men fyri okkum avvarðandi, sum standa á síðulinjuni, er tað sera ørkymlandi at uppliva, at okkara kæri, blívur eitt mál, sum verður kastað ímillum skipanir, tí ongin vil kennast við øki.

Góðu tit, sum hava bjóða tykkum fram at taka við ábyrgd - taki ábyrgdina á tykkum, at loysa hetta málið beinanvegin! Tann alzheimer rakti og vit avvarðandi kunnu ikki bíða meir! Lati ikki stríðið vera um pengar og vald, men eitt stríð fyri lívskvaliteti til tey menniskju, sum eru rakt av hesu deyðiligu sjúku og teirra avvarðandi! 

Elin N. W. Tausen
Avvarðandi í Alzheimerfelagnum

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo