Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

Ongland hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá sín EM-undankappingarbólk.

Fríggjakvøldið vann Ongland 5-0 á heimavølli ímóti Kekkia, og í kvøld skjeyt Ongland aftur fimm mál, hesaferð á útivølli ímóti Montenegro. Ongland vann dystin 5-1.

Ongland kom aftur um 1-0 í fyrsta hálvleiki, men helt høvdið kalt og vendi dystinum á høvdið, longu áðrenn dómarin hevði bríkslað til hálvleik.

Michael Keane (30), Ross Barkley (38, 59), Harry Kane (71) og Raheem Sterling (80) skutu tey fimm málini hjá Onglandi.

Ongland er í bólki A saman við Bulgaria, Kekkia, Montenegro og Kosovo.

1. Ongland 6 stig (fyri 2 dystir)
2. Bulgaria 2 stig (fyri 2 dystir)
3. Kosovo 1 stig (fyri 1 dyst)
4. Montenegro 1 stig (fyri 2 dystir)
5. Kekkia 0 stig (fyri 1 dyst)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo