Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Fyrri hálvleikur hjá Onglandi var væleiktur, við kvikum og áloypandi spæli, men so vóru útskiftingar gjørdar í seinna hálvleiki, og tað góða spælið sovnaði.

Hodgson hevði gjørt seks munandi og styrktar broytingar á liðnum hjá Onglandi, og hetta sást aftur í fyrra hálvleiki.

Men so broytti hann liðið aftur í seinna hálvleiki, við millum annað at taka Rooney inn, og tá var tað góða og kvika spælið slutt.

Ongland hevði fleiri stórar málmøguleikar, men bólturin vildi bara ikki fara inn um verjuleikararnar hjá Slovakia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo