Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Nú koma reaksjónirnar úr Onglandi, sum var umsøkjaraland saman við Russlandi undir valinum sum vertsland til HM í 2018. Tað var hildið í desember 2010, samtíðis sum valið av vertslandi til 2022-HM.

– Tað hevði verið sera gott at fingið skattgjaldarans pengar aftur. Um valið var avgjørt frammanundan, so broytir tað alt. Men rokni við at Blatter fer at siga at hann er skeivt endurgivin, tá ið hann sær hvussu eyðmýkjandi tað var, sigur leiðarin í fótbóltssambandinum Greg Dyke, skrivar VG.

Enska fótbóltssambandið (FA) fer nú at viðgera úttalilsini hjá Blatter nærri og umhugsa rættarligt stig. FA brúkti um 280 milliónir krónur til umsóknina hjá Onglandi, íroknað 33 milliónir krónur av skattakrónunum hjá bretska fólkinum.

Simon Johnson, leiðari fyri HM-kampanjuni hjá Onglandi, kallar Blatter-úttalilsini fyri «fullkomna skandalu» í The Guardian.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo