Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

GLASIR: Sum hin fyrsti nakrantíð gjørdist Rune Olsen í dag studentur á Glasi. Rune, sum fær studentsprógv á náttúrubreytini, var til próvtøku í samfelagsfrøði.

Lærari hansara, Kristian á Neystabø, segði, at hann og próvdómarin vóru púra samdir um, at Rune greiddi spurningin, hann fekk til próvtøkuna, avbera væl. Høvuðsevnið í spurningingum var samfelag og politikkur og serliga skiljilinjur í føroyskum politikki.

Rune fekk eitt væl uppiborðið 12-tal – ein góður endi á árunum, sum byrjaðu í Hoydølum og endaðu á Glasi.

Sum siður er vant Rune, sum ársins fyrsta pisa, føroyska flaggið á stong. Lotið varð líka lætt sum lagið á studentinum og familju og vinfólki hansara, tá Merkið varð vundið á stong.

Um tað, at gerast fyrstu studentar at fáa húgvu á høvdið á Glasi í Marknagili segði Rune:

“Leingi er tað, ið væl skal vera. Eg byrjaði í 2015, og nú fýra ár seinni fái eg loksins húgvuna. Mann kann siga, at eg havi time’að tað til, at eg skuldi gerast fyrsti studentur her. Eg eri í øllum førum glaður fyri, at eg fekk hetta árið í nýggja bygninginum við”.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo