Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen
Politikkur

Danski forsætismálaráðharrin svarar ikki spurninginum frá Magna Arge, fólkatingsmanni, um Danmark hevur boðað ST frá føroyska sjálvsavgerðarrættinum, eins og fleiri hava ført fram í politiska kjakinum.

Magni Arge spurdi skrivliga Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharra, um Danmark hevur boðað ST frá, at Danmark virðir føroyskan sjálvsavgerðarrætt at gera av egna framtíð á øllum økjum - eisini at skipa seg sum fullveldi.

Forsætismálaráðharrin svarar ikki spurninginum um ST-fráboðanina, men endurtekur bara, at stjórnin vil virða avgerð føroyinga um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, um fólkið í Føroyum ynskir tað.

Magni Arge vísti í sínum fyrispurningi á, at í politiska kjakinum verður ferð eftir ferð sagt, at Danmark hevur boðað ST frá føroyska sjálvsavgerðarrættinum, og hann vildi tí vita, nær hetta er gjørt, og hvussu tað er gjørt.

Hann vildi eisini hava at vita, um tað er eksterni rætturin at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð, og ikki bara interni rætturin at samráðast vegna "Danmark for så vidt angår Færøerne" í yvirtiknum málum, sum er fráboðaður.

Úr forsætismálaráðnum kom tó onki svar upp á spurningin - hesaferð.

Sí spurning og svar: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo