Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Onnur tíðindi

VP hevur biðið um innlit í endaligu roknskapirnar hjá fleiri føroyskum felagsskapum sum í fjør savnaðu inn pengar í Føroyum til ymisk vælgerandi endamál.

Tað hava vit gjørt eftir at ein grein á Altinget.dk herfyri avdúkaði, at ein stórur partur av innsavnaðu upphæddunum í Danmark fer til umsiting.

Ringast stóð tað til, tá Kirkens Korshær í fjør gekk frá húsi til hús og savnaði inn pengar frá vælmeinandi fólki. Tey sum skuldu fáa vóru 'útsettir danir'. Góði spurningurin er, um tey sum lótu eina upphædd í bússuna høvdu gjørt tað um tey vistu, at einans 9% av tí sum tey lótu fór til endamálið og restin til umsiting.

Ein av treytunum sum verða settar í loyvinum er annars, at minst tveir triðingar av tí sum verður savnað inn skal fara til endamálið.

Yvirlitið hjá Altinget.dk vísir eisini, at tað er langt ífrá bara Kirkens Korshær sum brúkar ein tíðandi part av innsavnaðu upphæddunum til lønir, heimasíður, prentlutir og annað. Amnesty International, Hjartafelagið, Diabetesfelagið og Læknar uttan Landamørk eru eisini felagsskapir, sum ikki klára at ganga undir treytirnar og lata ein nóg stóran part liggja eftir til tey sum skuldu hava pengarnar.

Tilsamans 12 innsamlingar vóru í Danmark í 2017, og bara helvtin leyk treytirnar um, at minst tveir triðingar skuldu liggja eftir tá útreiðslur vóru drignar frá.

VP hevur biðið um innlit í endaligu roknskapirnar hjá fleiri føroyskum felagsskapum sum í fjør savnaðu inn pengar í Føroyum til ymisk vælgerandi endamál.

Les eisini: Innsavning av pengum: Føroyskir felagsskapir væl innanfyri reglurnar fyri hvat kann brúkast til umsiting

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo