Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Opið bræv sum í dag er handað Heilsu- og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, frá Høvuðssamstarvsnevndin á Sjúkrahúsverk Føroya v.v. uppsøgnini hjá Jóanis Erik Køtlum. 

Høvuðssamstarvsnevndin (HSN) fyri Sjúkrahúsverk Føroya (SF), undantikið ovasta leiðsla, hevur á fundi í dag viðgjørt brátt íkomnu støðuna nú, sjúkraverksstjórin, Jóanis Erik Køtlum (JEK), brádliga segði seg úr starvinum.

Vit undrast á, at samstundis, sum sjúkrahúsverkstjórin sigur, at orsøkin til uppsøgnina er vantandi samskifti við HiMr, so kennist landsstýriskvinnan ikki við hesar trupulleikar.

Í HSN hava vit undir leiðslu av JEK upplivað eitt mennandi, gevandi og professionelt samstarv, sum hevur breitt seg gjøgnum alt sjúkrahúsverkið, millum sjúkrahús, deplar, deildir, fakbólkar og starvsfólk.

Saman við samlaðu sjúkrahúsverksstjórnini og ovastu leiðsluni hevur JEK frá fyrsta degi virkað fyri góðum samarbeiði og harvið øktum trivnaði millum starvsfólk í SF.

Nevndu almennu útsagnir týða uppá samstarvstrupulleikar millum HiMR og SF. Við støði í tí, vit longu hava skrivað, hava vit torført við at skilja, hví hesir samstarvstrupulleikar hava verið millum nú fyrrverandi sjúkraverkssjóran og HiMR, tí síðan JEK tók við stjórastarvinum í SF, hava vit starvsfólk upplivað vaksandi góðan trivna, har JEK á ein visioneran hátt hevur boðað frá empatiskum leiðsluhátti, sum hann beinanvegin vísti í verki, tá hann tók við starvinum.

Øll starvsfólk í visión JEK’s - frá stjórn og út í ytsta lið í bygnaðinum skuldu kunna koma til orðanna og hava møguleika fyri ávirkan.

Okkara varhugi er, at hugurin og arbeiðsgleðin á SF eru munandi vaksin, síðan JEK tók við sum sjúkrahúsverksstjóri. Menta virksemið í høvuðssamstarvsnevndini og 9 lokalar virknar samstarvsnevndir í SF eru dømi um tað arbeiði, ið longu er sett í gongd, til tess at fremja samstarv á øllum stigum í SF.

Nógvar avbjóðingar standast av at leggja trý sjúkrahús saman. Hetta er ein stór verkætlan, sum vit sjálvandi ikki endaliga kunnu røkka eftir einum ári. Samanleggingin av sjúkrahúsunum hevur higartil gingið væl, ikki minst tí, at leiðslan við JEK á odda hevur megnað at fáa tann boðskapin fram, at við jaligum samstarvi koma vit øll styrkt úr eini samanlegging.

Tá JEK vísir á, at hann upplivir tvørrandi samskifti við HiMR, og saknar stuðul og virðing frá tí politiska og tí fyrisitingarliga, eru vit sannførd um, at hann ikki tekur hetta úr ongum.

Vit vilja tí staðiliga heita á landsstýriskvinnuna um at hoyra fyrrverandi stjóran og taka hansara útsagnir í størsta álvara, hetta fyri at koma nærri kjarnuni av tí trupulleika, sum er orsøkin til, at okkara stjóri hevur sagt seg úr starvi.

Høvuðssamstarvsnevndin

Sjúkrahúsverk Føroya

Fundarluttakarar:
Óluva Poulsen, næstforkvinna
Svend Erik Saxov
Jórun Simonsen
Lív Østerø
Jónvør Olsen
Kasper Kyhl
Heidi á Høvdanum
Annika Magnussen
Eydna Iversen Lindenskov
Bjarki Ellefsen
Elin Jensen
Jóan Símun Saltá

Skrivari: Óli Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo