Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Lesarin skrivar

•    Í dag er akkurát ein mánaði síðani, at okkara intellektuelli risi, Venzelaus Ulricus Hammershaimb fylti 200 ár. Samstundis hava vit flaggdag!

•    Flaggið, sum verður eitt sekul í dag, verður helst dúgliga fagnað, men tað fyllir bara helvtina av tí, sum Hammershaimb fylti á Mariumessu.

•     Eftirsum hann varð "gloymdur" ella lopin um á evsta hvíldarstaði sínum, havi eg nýliga verið aftur  við grøvina í Lyderslev, men ENN var eingin heilsa komin frá hvørki Tí føroyska kultur-málaráðnum ella  Føroyamálsdeildini á Setrinum.

•    Hetta er óhugnaliga snópisligt, eftirsum eisini danskarar undrast á, at føroyingar hava so lítid av kulturi ella stíli, at teir ikki vísa nakra virðing fyri sínum 200 ára gamla mentar-seggi HAR, sum hann liggur grivin.

•    Tað gera  øll mentaði fólk!

•    Heiti tessvegna við hesum reglum miriliga á báðar stovnar um at fáa sent  fagnaðarkvøðu til síðsta hvíldarstadid hjá okkara mál-pioneri.  

•    Hvis føroyskir mentarmenn hava for knappa tíð, kunnu teir venda sær til okkara umboðsstovu í Kjøpinhavn, so tey kunnu fara oman til Lyderslev við flaggi og eini hóskandi heilsu.

•    Okkara føroyski umboðsmaður í Kjøpinhavn, sum sjálvandi átti at víst seg við slík høvi, ja, hvar man hann vera? - Allarhelst situr hann og bítur negl ella krógvar seg í fanginum hjá Uttastovu-Póli í staðin fyri at passa sítt arbeiði í Danmark.

•    Har sum kulturmaður ikki er sjálvur, er hann avgjørt  bara hálvur!

•    Tann kultur-nationala skommin er stór, men  tit mentar- og málfólk kunnu framvegis  bjarga eitt sindur av tykkara skirvisliga eftirmæli, hvis tit í hektiskum bræði fáa sent nakrar tulipønur ella onnur blomsturtyssi til tey fryntligu fólkini í Lyderslev, sum kunnu prýða leguna hjá Hammershaimb, hvis tað ikki ber tykkum til at møta persónliga.

•     Minnist til, at tit ENN, kunnu bøta um skendsilin við at møta og vísa tað flaggið, sum tann dámligi útisetin Emil Joensen teknaði fyri akkurát 100 árum síðani.

•    Takið tykkum nú saman og leggið heimføðisskapin til viks eina mentarløtu, bæði á Setri og uppi  á Hálsi!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo