Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Lesarin skrivar

Heitt verður inniliga á Heilsu- og Innlendismálaráðið um at skipa soleiðis fyri, at akutta plásstrotið á Psykiatriska deplinum verður loyst alt fyri eitt. Hetta eru ikki virðilig kor fyri nakran.

Sjúklingar, ið frammanundan eru illa fyri fáa tað verri, tá ið lítið pláss er, starvsfólk blíva strongd, og alt hetta tilsamans kann ganga út yvir trygd og dygd í psykiatriska viðgerðartilboðnum.

Í longri tíð hevur verið viðmælt at skriva fólk út aftur sum skjótast av eini psykiatriskari seingjardeild, tí hetta er betur fyri tey í longdini.

MEN ein kann ikki ”tvinga” sálarsjúku, soleiðis at skilja at hesir sjúklingar eiga rættin at liggja á seingjardeild til tey eru so frísk, at ráðiligt er at senda tey heim.

Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at fólk verða send heim vegna plásstrot, á einari akuttari psykiatriskari deild. Eingin sendir t.d. ein akuttan hjartasjúkling heim, vegna plásstrot.

Sjúklingar í psykiatriini og somatikkini eiga at hava javnbjóðis rættindi, tá ið tey eru illa sjúk.

Vit bíða øll í spenningi til komandi Psykiatriski depilin stendur liðugur, MEN hetta kann ikki loysa trupulleikan her og nú.

So her má hugsast og handlast skjótt, so rúmsháttari verður á Psykiatriska deplinum, ímeðan vit bíða.

Ein slík støða eigur og skal ikki verða ein pengaspurningur, men ein beinhørð raðfesting…

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo