Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Fylgdi við áhuga við, tá sáttmálin var undirritaður ímillum Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu, við hjáveru av Sirið Stenberg.

Nógvar kommunur hava óivað slíkar sáttmálar, tí meti eg at hetta hevur almennan áhuga, at fáa at vita um slíkir sáttmálar hava nakað virði.

Vit á Skála og í Skálafirði standa við einum sáttmála, sum er samtyktur á bygdaráðsfundi á Skála og í Runavík tann 10.10.2001, og er undirritaður av báðum borgmeistarunum.

Hesin sáttmáli er góðkendur og undirritaður tann 12.11.2001, av Anfinni Kallsberg, løgmanni.

Hetta samstarv hevur gingið væl, so at ikki hevur veri neyðugt at fara í sáttmálan aftur fyrrenn nú, tað hevur eydnast Magnusi Rasmussen, ið var borgarstjóri inntil ársskiftið 2015/2016, saman við einum meiriluta í Runavíkar kommunu, at taka sambýlið frá Skála og Skálafirði, og bera út á Strendir, saman við 6,4 milliónum av okkara skattakrónum.

Hetta meti eg vera groft sáttmálabrot.

Sambýlið á Skála/Skálafirði var tað fyrsta sambýli sum var sett á stovn í landinum, og var hettar í1994.

Nú eru bygdirnar her, Skála og Skálafjørður, einastu bygdir í landinum, har sambýlið verður tikið við politiskum valdi.

Hetta er sera ørkymlandi, at vera niðurgjørdur soleiðis av okkara egnu kommunu. Vit skilja hetta ikki.

Jørgin Bech
Pensionistur á Skála

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo