Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað er langt úti, at Landstýrimaðurin skal nýta ein sunnudag til at bróta givin lyftir.

Nú tykist tú ætla, at tað skulu vera tveir tunlar í landinum, har ein skal gjalda, ímeðan vegskatturin betalur fyri øll onnur vegastrekkir/tunlar í  landinum.

Nei hatta kann IKKI góðtakast. Hatta er at stavnsbinda vágafólk og norðoyingar. Tað mugu vit siga BUMSNEI til.

Í lógini stendur, at tá tunnilin varð útgoldin, skuldi hann handast landinum. Harvið fall bummgjaldið burtur.

Um ov lítið av peningi er settur av til viðlíkahald av vegum og tunlum, so er hetta ikki ein serstøk uppgáva hjá teimum, ið brúka undirsjóvartunlarnar, men ein uppgáva fyri allar føroyingar. Og má so gjaldast av øllum føroyingum.

Samgongan hevur hækkað bensin- og dieselavgjald og vegskatt munandi. Tað kann fara til viðlíkahald av vegum/tunlum. Tað skuldi verið púra greitt.

Eg vóni, at allir føroyingar, inkluderað vágafólk, blankt nokta at gjalda bummpening eftir 1 dec í ár - um Henrik Old heldur fast við sína ætlan.

Tí eftir 1. dec er Vágatunnilin útgoldin og harvið er onki at gjalda til.

Eg gleði meg til at bummurin verður tikin burtur 1. dec. 2016  sum ætlað.

Tá skal lagkøkan á borðið.

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo