Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Sjálvt um tann "nýggi" KvF-stjórin ikki tekur við starvi, fyrr enn tann 1. september, má hann vera interesseraður og engageraður í, hvussu kringvarparar tíggja sær í tí interregnum, sum valdar góðar 2 og 1/2 mánaða afturat.

Hann má vera rættiliga forfardur av at eygleiða, hvussu ógvislig tann politiska slagsíðan er blivin í okkara sonevnda "public service"- organi hesa allarsíðstu tíðina.  

Ætlar tann komandi stjórin at halda fast við síni føgru og skilagóðu orð um, at hann í sínum virksemi vil stremba eftir at vera neutralur og ikki ørindadrongur fyri tjóðveldisflokkin ella protektor fyri eina manipulerandi manning av politiserandi mikrofondreingjum?

So fær hann skjótt tjansin til at vísa, at tað er mansevni í honum.

Hann má krevja "fjøllbroytni" og steðga tí óklæðiligu tendentiøsa journalistikkinum í bæði politiskari debatt og tíðindafluttningi.

Tað, sum hendir beint nú í fiskivinnumálinum, er heilt óacceptabult fyri teir allarflestu licensgjaldarar. 

KvF "smíðar" í løtuni skammleyst heilt manipuleraði tíðindi fyri at skøva útyvir, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum framvegis kann sleppa at skulka sær undan ábyrgd við at lúgva seg burtur úr sínum misgerðum.

Komandi kringvarpsstjórin  má tala at og vísa, at hann hevur seriøsar planir og ætlar at fáa tamarhald á síni missionerandi tjóðveldismanning.

Tað verður í tólvta tíma, at hann handlar.

Tí fáur torir í dag at líta á kringvarpstíðindi.

Komandi stjórin má steðga "republican service" og skipa fyri "public service" (almenna tænastu) til hart plágaðar licens-betalarar, so skjótt sum hann fær nakra ávirkan í okkara miðlum.

Vit kunnu ikki blíva við at finna okkum í einum medium, sum er minni seriøst enn í einum av golfstatunum ella einum banan-tjóðveldi. 

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo