Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Í sambandi við, at samgongan heilt av sínum eintingum hevur forerað einum tilvildarligum bólki av  eliterum kultur-baksarum Føroya vakrasta umhvørvi, er tað neyðugt at undrast sáran og stilla kulturfrúnni nakrar naskar spurningar.

Hetta er jú Føroya størsta gáva til ein heilt privatan bólk.

Gávan er so fantastisk, at hon má kallast privatisering ella øvugt ekspropriatión.

Flestøll høvdu annars hildið, at tað hevði verið ein avgjørt hóskandi og kærkomin gáva til útslitnar eldri føroyskar medborgarar, sum harvið kundu fingið eitt hugnaligt lívskvøld, men henda samgongan hevur ikki nógva sociala samvitsku.

Tí fregnast fólk:

Eftir hvørjum kriteria skal tað gigantiska kultur-kollektivið í Hoydølum fíggjast. Hvør hevur rætt til at spáka inn har og kalla seg fyri listarfólk?

Og hvussu breitt verður kultur-kollektivið?

Verða tað mest málarar, sum sleppa inn at meiggja lørift fyri fasta almenna løn? 

Ella skullu alment løntir sjónleikarar gorra haruppi á einum alment fíggjaðum palli?

Og skal hvør maður, sum hevur lært seg sjey tøk á eini guitar kunna bresta inn á gólvið og koma beint á fíggjarlógina fyri sín larmandi guitar-leik?

Hvar gongur markið  fyri kreativiteti hjá hesi grotesku og surrealistisku samgongu?

Skullu yrkjarar og skribentar, sum halda seg duga tað poetiska kynstrið hava eitt serligt skalda-laboratorium, har t.d. landsmøsnarin, Carl Johan Jensen kann halda forblommaðar buldrandi seancur við  krampakendum royndum av ivingarsomum innihaldi, har hann roynir at vera talentríkur, um enn ikki serliga originalur?

- Fyri ikki at tosa um tann víttgleivandi poetin Oddfríð, sum sjálvandi fær heitið landsyrkjari.

Skullu talentini kunna gista haruppi, meðan tey bíða eftir inspiratión?

Hvis kollektivið ikki verður HEILT alment, hvør skal so sortera fjøldina av potentiellum listarfólkum, sum vilja troka seg inn á fíggjarlógina og fáa ókeypis innivist í Hoydølum?

Í hvørjum lønarklassa skullu luttakararnir í hesum alment fíggja sandkassa liggja. Hvat skal t.d. ein landsyrkjari hava í løn?

Landsmøsnarin er jú frammanundan á fíggjarlógini, hóast hann ikki hevur fleiri lesarar enn hann hevur fingrar!

Skal landsyrkjarin levera borðsangir til almennar veitslur?

Og skal onkur landsspælari (har eru nógvir kandidatar) verða forpliktaður til at spæla við almenn tiltøk hjá  landsgonguni?

Hvussu er tann reelli arbeiðsetningurin hjá hesum fantastiska og fyribils helst unikka stovni?

Annars er fjøld av fólki, sum eiga guitar, og eisini eru nógv, sum peiggja við einum pensli; nógv yrkja skikkiligar konfirmatiónssangir, sum ríma væl betri enn hjá landsyrkjaranum; eisini eru fleiri, sum skapa sær á onkrari amatør-scenu.

Sleppa tey við í Hoydalskollektivið ella verða tey brutalt lopin um á fíggjarlógini?

Tað eru sera nógvir leysir endar í hesum gávumáli enn, men kanska kundu tygum sett skjøtil á her á portalinum við at greiða frá hesum prestigu-projekti, har man letur øll, sum bara "føla", at tey eru listarfólk sleppa á løgtingsins fíggjarlóg, har tey kunnu bæði  uggast og føðast.

Tað er ein groteskur absurditetur og ein so risastór forering átti sjálvandi fyrst at verið komin á løgtingið  til vidgerðar. Annars er hetta eitt kvett, har man spælir við landsins aktivum.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo