Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Tað hevur javnan verið at hoyrt, at lækna- og hølisviðurskiftini í Tórshavnar kommunu eru ónøktandi.

Hesum má eg tíverri ásanna.

Søgan er tann, at tá mín dugnaligi kommunulækni í 23 ár, Annika Olsen fór frá fyri aldur 1. mars í 2017, hava vit sjúklingar havt avloysarar í stutt tíðarskeið og so hava vit annars ligið í læknaloysi, til stóran ampa fyri nógv. Viðtalan hjá Anniku Olsen er nógv tann størsta í Føroyum, við áleið 1900 til 2000

sjúklingum.
Nú eru vit so heppin at hava fingið ein dugnaligan kommunulækna, men nú kemur stóri trupulleikin og tað er, at fyrst í juli skal læknin og sjúklingarnir flytast oman í ótíðarhóskandi hølini á Frúutrø.

Eg havi frætt, at viðtalan á Frúutrø er í slíkum standi, at læknin ið arbeiðir har, hevur boðað frá hesum í langa tíð, men kommunan hevur einki gjørt við málið.

Nú hevur TK funnið eina “loysn” og tað er at flyta læknan á Frúutrø, í hølini í Gundadali, har viðtalan hjá Anniku Olsen er og senda læknan í Gundadali oman í hølini á Frúutrø, sum ikki eru egnaði.

Kommunulæknafelagið hevur eftir øllum at døma, verið viðvirkandi til hesa vanvittigu “loysnina”.

Ístaðinfyri at loysa trupulleikan við hølisviðurskiftinum, so verður trupulleikin fluttur og avleiðingin av hesum ørskapi er, at vit missa hendan læknan, ið er tann næsti, ið gleppir okkum av hendi og liggja vit tá aftur í læknaloysi. Tí úrslitið er sjálvandi, at læknin ið er áhugaður at yvirtaka viðtaluna hjá Anniku Olsen, ikki fer oman í vánaligu hølini, men fer í annað starv. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru knýttir at viðtaluni. Onnur hevur sagt seg úr starvi og tað verður ein vanlukka fyri okkum sjúklingar, um hin eisini fer. Heilsutrygd kundi óiva verið viðvirkandi til at fyribyrgt hesum.

Annika Olsen hevur havt hølir í Gundadali, frá byrjan av og dugi eg als ikki at skilja, at nú skal ein annar lækni við sínum sjúklingum, yvirtaka “okkara” hølir. Eg góðtaki ikki sum skattaborgari í TK, at avvarðandi myndugleiki, tekur slíkar ørvitisavgerðir, við slíkum álvarsligum fylgjum.

Loysnin kann so aldrin verða, at oyðileggja viðtaluna hjá Anniku Olsen, men ístaðin at skaffa læknanum á Frúutrø onnur hóskandi høli.

Tórshavnar kommuna hevur ábyrgd av hóskandi hølum, innbúgvi v.m til kommunulæknarnar í økinum.

Heilsutrygd hevur ábyrgd av at starvsfólk verða sett í starv, kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar v.m.

Mary Antonsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo