Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Hjartaliga tillukku við teimum fráliku úrslitinum tit íðkarar hava fingið í leikunum í Abu Dhabi.

Tit eru ómetaliga ófør øll sum ein og tit hava  umboðað Tjóðina á besta hátt hesar dagarnar.

Tað er nakað heilt serligt at umboða sína tjóð og sítt flagg og eg ivist ikki í  at tit eru ómetaliga stolt av hesum og fara at goyma hesa løtuna djúpt í hjartanum og minnast aftur á hana við gleði.

Eg havi verið so heppin at umboða Føroyar í flogbólti nakrar ferðir og er tað ein heilt serstøk løta tá íð tjóðsangurin verður spældur, merkið vundið í húnar hátt og tú kennir nøkur gleðistár !tá er gott at liva !

Tit fara at umboða tjóðina á fleiri komandi leikum og, hvør veit,  tá vit fáa limaskap í IOC so fáa enn fleiri ítróttarfólk møguleika at syngja tjóðsangin og síggja merkið veittra á altjóða leikvøllum og við heiðursmerkjum sjálvandi.

Tit ítróttarfólk gera Føroyar størri.

Eg ynski tykkum øllum eina góða heimferð til Føroya og bliðan byr.

Jens Heri Bolstad Mortensen
Sunnanfyri Rio de Janeiro

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo