Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tað var ein ótrúliga góð móttøka, føroysku træsiglskipini og øll tey, ið teimum fylgdu, fingu bæði í Keypmannahavn og alla aðrastaðni, flotin legði inn á leiðini.

Seinasta strekkið frá Helsingør til Keypmannahavnar mynstraðu bæði borgarstjórin í Havn og forsætismálaráðharrin við á túrinum.

Og seint seinnapartin hevði Tórshavnar kommuna móttøku, har tey bæði hildu røðu.

Annika Olsen, borgarstjóri, byrjaði við at bjóða øllum vælkomnum og takkaði serliga fyri, at hon slapp at sigla við úr Helsingør og inn á Norðuratlantisku Bryggjuna.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo