Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Vit mugu fáa eina nýggja fiskivinnulóggávu, sum ger, at fiskivinnan aftur fær álit á politisku skipanina, at nýíløgur kunnu fremjast, og at fiskivinnan í framtíðini megnar at rinda eitt tilfeingisgjald til landskassan, sum hvørki er ov høgt ella ov lágt. 

Fiskivinnan skal sjálvsagt gjalda 100-200 mió. kr. meira sigur Búskaparráðið
Eg gjørdist ikki sørt skakkur av niðurstøðuni í nýggjastu búskaparfráðgreiðingini, og ikki minst av samrøðuni við Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum í KVF tann 8. mars. Grundgevingin frá Búskaparráðnum var annars, at yvirskotið hjá landskassanum á 400 mió.kr. var 100-200 mió.kr. ov lítið. Alt gott um tað, og eri eg eisini samdur í, at avlopið átti at verið hægri hjá landskassanum í slíkum góðum tíðum.

Loysnin frá Búskaparráðnum var, at fiskivinnan skal rinda munandi meir. Sum um tær 300 mió. kr. ikki vóru nokk. Nei nú skal fiskivinnan rinda 100-200 mió. kr. afturat um árið. Allur botnfiskur (tvs. 100%) skal seljast á uppboðssølu.  Grundgevingin var, at tey mest effektivu í fiskivinnuni skuldu keypa (helst so dýrt sum gjørligt) á uppboðssøluni, meðan restin av fiskivinnuni, sum annars stríðast hvønn dag, men sum av einhvørjari orsøk ikki megna at keypa, tíverrri mugu fara úr vinnuni sum ”taparar”, sum formaðurin segði.  

Uppboðssølu-eksperimentið hjá verandi samgongu er langt síðani kolsiglt. Ongir nýggir aktørar eru komnir í fiskivinnuna, orsakað av uppboðssølunum, sum var sjálvt endamálið hjá samgonguni - uttan nøkur virkir sum framum onnur á ein ógjøgnumskygdan hátt fingu tillutað menningarkvotur. Ótryggleikin í fiskivinnuni hevur tískil ongantíð verið størri enn í dag. 

Sum búskaparfrøðingur eri eg als ikki samdur við Búskaparráðnum, at besta loysnin at fáa økt um úrslitið hjá landskassanum er at økja munandi um gjøldini frá eini uppboðssølu av øllum botnfiski í Føroyum. Hetta er sum at kippa hønuna, sum verpir gulleggini. Heldur átti Búskaparráðið at lagt størri dent á at greitt meira ítøkiliga frá, hvar sparingar og effektiviseringar kundu verið framdar á bæði útreiðslusíðuni og íløgusíðuni hjá tí almenna. Her hevur vøksturin verið sera stórur síðstu árini. Men inntøkusíðan er sjálvsagt meira líkatil at fara eftir, tí tað onki kostar tí almenna, men vinnan skal gjalda gildið.

At vera politiskt korrektur
Eftir mínum tykki er tað vorðið alt ov lætt og helst eisini ”politiskt korrekt” hjá nógvum ”lærdum” fólki í Føroyum at fyrigygla okkum øllum, at fiskivinnan í ”teoriini” skal kunna geva 100-200 mió.kr afturat, bara frá botnfiskaveiðuni, uttan at hetta fær álvarsamar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

Hetta er eftir mínum tykki ørvitistos og vísur, at Búskaparráðið ikki veruliga hevur sett seg inn í viðurskiftini hjá okkara fiskivinnu.

Mær vitandi hevur botnfiskaveiðan undir Føroyum síðstu mongu árini ikki givið nevnivert av rakstaravlopum, soleiðis at vinnan klárar at rinda stór veiðugjøld, ella tíðansheldur megnar at endurnýggja seg við nýggjum framkomnum fiskiskipum. 

Nýggj fiskivinnulóggáva er neyðug           
Við verandi fiskivinnulóggávu og teimum ynskjum, sum Búskaparráðið harafturat hevur víst á, mugu vit í dag staðfesta, at øll fiskivinnan í Føroyum er væl á veg at blíva undirløgd eina politiska ”detailstýring”, sum onki annað land í Norðuratlandshavi fyrr hevur sæð. Hetta hevur longu skapt stóran ótryggleika í okkara fiskivinnu.

Fiskivinnan hevur brúk fyri góðum og stabilum langtíðarkørmum. Málið má vera, at øll fiskivinnan við nýíløgum og effektiviseringum næstu árini megnar at skapa enn størri búskaparlig úrslit, sum bæði vinnan og føroyska samfelagið kunnu njóta gott av. 

Tí mugu vit fáa eina nýggja fiskivinnulóggávu - ongantíð ov skjótt, sum ger, at føroyska fiskivinnan aftur fær álit á politisku skipanina, at nýíløgur kunnu fremjast, og at fiskivinnan megnar at rinda eitt tilfeingisgjald til landskassan, sum hvørki er ov høgt ella ov lágt. 

Ein nýggj fiskivinnuloysn kundi eftir mínum tykki sæð áleið soleiðis út:

-        Uppboðssølan skal avtakast.

-        Fiskidagaskipanin undir Føroyum heldur fram.

-        Umleggja menningarkvoturnar til varandi kvotur.

-        Sterkur brúksrættur (ikki ognarrættur/privatisering) yvir t.d. 12 ár í senn. (sum í alingini)

-        Størst møguliga umsetiligheit í fiskirættindum við serligari skattaskipan við sølu.

-        Mest møgulig virðisøking og menning í Føroyum.

-        Gjald/ressoursurenta skal byggja á yvirskot hjá fiskivinnuni við møguleika fyri nýíløgum, og ikki eitt fast krónutal pr. avreitt kilo.

Vónandi kann ein breið semja fáast um eina slíka loysn eftir næsta løgtingsval.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo