Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Útlendis ítróttur

Tað er nakað tíðliga at siga nakað enn um hvussu verður hjá Sir Alex Ferguson, eftir at hann er skurðviðgjørdur fyri heilabløðing, sigur kendur nevrokirurgur.

– Tann vanligasti formurin fyri heilabløðing hjá einum manni í hansara aldri við hjarta- og æðrasjúkum frá fyrr, er intracerebral bløðinng. Tað er bløðing í heilavevnaðinum og ger ólekjandi skaða á hesar kyknurnar, skrivar Peter Hamlyn í The Telegraph, og er endurgivin í Daily Mail.

– Teir fyrstu dagarnir eftir eina skurðviðgerð verður fokuserað upp á at halda sjúklingin á lívi. Tað er sera torført at geva eina prognosu eftir fyrstu vikurnar, og ofta eisini teir fyrstu mánaðirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo