At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Politikkur

Rúsevnismisnýtsla ímillum ung er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, og tey eru ikki so fá, sum eru komin illa fyri av hesum og hava noyðst at leita sær hjálp.

Men gera landsins myndugleikar nóg mikið fyri at koma hesum trupulleika til lívs?

Og hvussu skal man koma hesum trupulleika til lívs?

Skal man gera eitt størri arbeiði fyri at steðga smuglarum, sum allatíðina eru eitt stig frammanfyri løgregluna og tollvaldið?

Ella skal man heilt einfalt játta meira pening til viðgerðartilboð?

Millum annað hesir spurningar vóru uppi at venda í løgtinginum í dag í sambandi við einum munnligan fyrispurning hjá Djóna Nolsøe Joensen, tinglimi hjá Javnaðarflokkinum.

Javnaðartinglimurin vildi hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, sum varðar av tollvaldinum, hvar og hvussu eftirlitið við rúsevnum er skipað í dag, og um hon metir, at eftirlitið við smugling av rúsevnum er nøktandi.

Hann vildi eisini hava at vita, um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at herða eftirlitið við rúsevnum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði upp til ímillum linjurnar, at innsatsurin, sum verður gjørdur fyri at koma hesum trupulleika til lívs, skal økjast

Landsstýriskvinnan kom tó ikki við nøkrum lyftum um eina meirjáttan til Tollvaldið - í øllum førum ikki her og nú.

Í einari viðmerking til VP sigur Djóni Nolsøe Joensen, at hetta er ein spurningur, sum snýr seg um pengar. Hann førir fram, at tað er harmiligt, um landið ikki velur at seta meira pening av til at herða eftirlitið við, hvat kemur inn í landið.

- Hetta er ein spurningur, sum botnar í starvsfólkaútreiðslum. Um man bara hevði kunnað játtað somikið sum til eitt starvsfólk aftrat, so hevði tað verið eitt framstig fyri Tollvaldið. Sum nú er, føla starvsfólkini seg allatíðina, sum um at tey eru eitt stig aftanfyri rúsevnissmuglararnar og bakmenninar.

- Men um landið ikki setir meira pening av til eftirlit, ja, so má landið seta meira pening av til viðgerðartilboð. So einfalt er tað, sigur Djóni Nolsøe Joensen, sum í 15 ár hevur arbeitt á Barnaheiminum.

Har hevur hann við sínum egnu eygum sæð, hvussu ung eru komin í óføri av rúsevnismisnýtslu - og ásannar hann, at hetta er ein vaksandi trupulleiki. Og ein trupulleiki, sum er nýggjur í føroyskum høpi.

- Tað er alt ov lætt, sum nú er, hjá smuglarum at smugla til Føroya, heldur Djóni Nolsøe Joensen.

Enn er fíggjarlógin tó ikki endaliga samtykt, og heldur Djóni Nolsøe Joensen fyri, at við fyrispurninginum í dag hevur hann verið við til at varpa ljós á hetta álvarsama mál - og vónandi kunnu so myndugleikarnir taka um endan og gera okkurt við trupulleikan, leggur hann aftrat at enda.

Viðmerkingarnar til fyrispurningin hjá Djóna Nolsøe Joensen vóru soljóðandi:

"Nú um dagarnar frættist, at óvanliga nógv rúsevnir eru í umferð í Føroyum. Nógv meir enn bara fyrr í ár.

Hetta er álvarsligt, og fólk seta spurnartekin. Er eftirlitið viknað, ger løgreglan ov lítið til at uppspora millummenninar, eru nóg nógvir pengar settir av til at byrgja upp fyri innsmuglingini o.s.fr?

Tað verður lagt nógv fyri, at fáa fatur á rúsevnunum, og oftast standa sterk brotsmannalið aftanfyri, tá smuglað verður. Hesi rekrutera ofta ung fólk til at smugla inn fyri seg og lokka við lætt forvunnum peningi. Avleiðingarnar fyri okkara ungu kunnu vera sera álvarsligar, og ofta er hetta byrjanin til eitt lív við kriminaliteti. Her eigur at vera sett nógv meir inn fyribyrgingarliga.

Um tað er so, at eftirlitið er ov veikt, gera bakmenninir sær skjótt dælt av hesum, og tískil verður meir smuglað. Fáa hesir hinvegin varhuga av, at vit sum myndugleikar herða eftirlitið og uppá allar hugsandi mátar gera tað truplari at smugla, so eigur hetta at halda smuglingini niðri.

Tí er tað av týdningi at vita, hvønn veg tað ber, og hvat landstýrismaðurin ætlar á hesum økinum. Skulu vit lata standa til og vera nøgd við eftirlitið, sum er, ella skulu vit økja innsatsin m.a. við fleiri tollarum og hassjhundum til tess at tálma smuglingini av rúsevnum í framtíðini?"

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo