Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Innlendis ítróttur

Kristina Háfoss og Annika Olsen hava báðar luttikið á Oyggjaleikunum umboðandi svimjing. Á myndini eru tær í gomlum oyggjaleikabúnum har tær hava luttikið

Hósdagin 11. apríl kl. 16.00 verður nýggi oyggjaleikabúnin avdúkaður á torginum í SMS, sum í hesum døgum er karmur um framsýningina ÍSF 80 ár, har ÍSF- og oyggjaleikasøgan verða víst fram.

Í samband við avdúkingina av oyggjaleikabúnanum undirskrivar ÍSF eisini avtalur við fýra samstarvsfelagar.

Komandi Oyggjaleikir, sum eru teir 18. í røðini, verða á Gibraltar frá 6. til 12. juli. Umleið 150 íðkarar og leiðarar luttaka úr Føroyum. Føroyar luttaka í hesum ítróttagreinum: Frælsur Ítróttur, badminton, kurvabóltur, súkling, judo, leirdúgvuskjóting, svimjing, borðtennis, tennis og triathlon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo