Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Onnur tíðindi

Eins og undanfarin ár, fara Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum at lata jólapakkar umborð á útlendsk skip, ið koma í føroyska havn. 

- Komandi tíðina koma fleiri skip í havn, við sjófólki, ið eru langt heimanífrá. Eitt nú russar, grønlendarar og onnur. Tí hevði verið gott, um fólk, høvdu hug, lata sjófólkinum pakkar, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

Fyri sjófólk, ið eru langt heimanífrá, er hetta við at geva teimu jólagleði. Árni heitir tí á eitt nú sjómannskvinnuringar og onnur um at hjálpa til, soleiðis at øll sjófólk kunnu fáa ein pakka. 

Pakkar kunnu latast á skrivstovuni hjá Faroe Agency, Yviri við Strond 23, eisini ber til at seta seg í samband við konsulin á 231990 ella Faroe Agency á 351990.

Faroe Agency og russiska konsulátið ynskja samstundis at takka øllum teimum, ið hava latið pakkar í ár og onnur ár, og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo