Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tala hjá Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, á landsfundi hjá Sambandsflokkinum 9. mars 2019 um viðgerðartrygd.

Læknafelagið hevur viðgjørt støðuna í heilsuverkinum á fleiri ársaðalfundum seinastu árini og er komið til hesar niðurstøður:

- Um føroyska heilsuverkið skal vera á sama støði sum heilsuverk í okkara grannalondum, vísa hagtøl, at vit skulu hava eitt lutfalsliga stórt tal av serlæknum / kommunulæknum aftrat teimum, vit hava í dag, og útreiðslurnar til heilsuverkið skulu hækka munandi. Í løtuni nýta vit færri krónur fyri hvønn íbúgva enn hini Norðurlondini. 

Men áðrenn vit koma til viðgerðartrygdina, sum tit hava biðið meg tosa um, vil eg fegin geva tykkum nakrar metingar og facts, sum eru góð at hava, tá vit tosa um viðgerðartrygd. 

Læknafrøðin í Føroyum nú og komandi
Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin mennist skjótt í hesum árum. Tað merkir, at sjúkur, sum áður ikki kundu grøðast, nú kunnu grøðast, og at sjúkur, sum ikki kundu tálmast og/ella   linnast, nú kunnu tað. Hetta hevur við sær minkandi líðing og størri vinnuførleika hjá fólki.

Tað tykist tíðum, sum at fólk í dag ikki geva sær far um, hvussu nógv meira líðing av heilsuávum var í gomlum døgum. Vanlukkur hava nú við sær nógv minni  deyða og avlamni  í mun til fyri 100 árum síðan.  Náttúrulig fyribrigdi so sum barnsburður høvdu fyri hundrað árum síðan ofta deyða við sær. Deyði í barsilssong vóru sorgarleikir hjá ungum familjum, sum læknafrøðin at siga hevur bast heilt. Vanlig sár kundu áður lættliga spjaða seg til alt likamið og týna lív. Sjúkur sum tuberklar kundu ikki grøðast. Í dag hava vit lært at tálma sjálvt nýggjum ígerðarsjúkum so sum eyðkvæmi (AIDS). Krabbi kundi skurðviðgerast, men ikki víðariviðgerast við heilivági og stráling.

Seinastu árini er væntaða miðallivitíðin vaksin stórliga í Føroyum. Væntaða æviskeiðið hjá einum nýføddum føroyingi í 1985/86 var 75,3 ár í miðal – 71,9 fyri menn og 78,8 fyri kvinnur. Hetta er í 2016/17 vaksið til 82,2 ár í miðal – 80,4 fyri menn og 84,5 fyri kvinnur. Ein partur av grundunum til hetta náttúrufyribrigdi er vaksandi læknafrøðiligi førleikin at finna sjúkur tíðliga, greina tær og viðgera tær. 

Framtíðarútlit:

Fleiri sjúkur og sjúkuundirbólkar
Heilsustøður, sum áður ikki vóru roknaðar sum sjúkur, men kanska bert sum óforklárað vánalig starvan  av einum ella fleiri organum, fara at fáa  sjúkuheiti í skránni hjá WHO í framtíðini. Og tað fer at bera til at viðgera summar av hesum nýggju sjúkum og vánaligu starvanum. Eisini er væntandi, at kendar sjúkur fara at verða sundurgreinaðar í undirbólkar, sum fara at krevja ymiskar viðgerðir. 

Dýrari heilivágur
Heilvágsgranskingin er lukkutíð stór og virkin í øllum framkomna heiminum. Eitt menningararbeiði av nýggjum heilivági fer fram á øllum stigum – heilt frá lívfrøðiligari grundgransking til kliniskar royndir. Virksemið fer fram á universitetum, í heilsuverkum og ikki minst í privatum heilivágsfyritøkum. Tað er eitt sera drúgt og kostnaðarmikið arbeiði at framleiða ein nýggjan heilivág, kostar vanliga fleiri milliardir krónur. Ein partur av tí nýggja heilivágnum vísir seg minni virknan enn vónað og gevur tí minni avkast. Annar vísir seg virknan – t.d. tann nýggi biologiski heilivágurin fyri inflammatoriskar sjúkur, so sum liðagikt. Tá ein heilivágur vísir seg at virka væl, gevur bæði linna og kanska grøðing, og samstundis er patentvardur í eitt ávíst áramál, ja so verður hann dýrur at keypa. Tað er ógvuliga sannlíkt, at í nærmastu framtíð fara tað at koma aðrir heilivágir, sum eru virknari enn teir, vit áður hava kent, men eisini ógvuliga dýrir. Prísurin verður settur eftir, hvat marknaðurin megnar – og vit eru so ein partur av hesum altjóða marknaði. Tann heilivágurin, sum ikki longur er patentvardur, fer væntandi at gerast bíligari. Men samanumtikið er tað okkara forsøgn, at útreiðslurnar til heilivág fara at vaksa og ikki minka komandi árini. 

Dýrari kanningar- og viðgerðartól
Krøvini til nýggj og kostnaðarmikil kanningartól fara eisini at vaksa støðugt. Tólini fara væntandi at hava styttri livitíð, tí nýggj og betur koma á marknaðin, og tað fer at gera tey gomlu óforsvarlig at brúka. Ein avleiðing av stuttu  livitíðini hjá kanningar- og viðgerðartólum verður væntandi, at tey gerast dýrari. Hetta tí framleiðarin skal fáa sínar útreiðslur til menning av tólunum aftur – júst sum støðan er innan nýggjan virknan heilivág. Væntandi fer talið av nýggjum tólum til diagnostik og viðgerð at vaksa skjótt komandi árini. Innan diagnostik fer væntandi genomið (arvastrongurin) at vera við í dagligum kliniskum arbeiði og í viðgerðini við. Tann kliniska kemiin verður væntandi stórliga broytt, ikki bara við automatisering av kanningarháttum, men eisini við nógv fleiri greiningum av metaboliskum ávegisreaktiónum. Tað er væntandi, at ein biokemisk heildargreining verður vanlig klinisk praksis - við hollum teldustuðli. Eisini kliniska fysiologiin fer at vinda uppá seg við ymsum funktiónskanningum av ymsum organum. Viðgerðartól fara væntandi at vera meira og meira teldustýrd – her verður eisini hugsað um skurðviðgerðarrobottar. Núverandi tólhópur á røntgendeildini  fer at krevja skjóta útskifting og nýggir skannarar fara at koma afturat umframt núverandi – helst við at kombinera núverandi tøkni, sum er grundað á røntgenstrálir, magnetfelt, radioaktivitet, ljóð- og ljósbylgjur. 

Avleiðingarnar av vaksandi læknafrøðiligum førleikum
Væntandi verður viðgerðin meira og meira spesialiserað og savnað á stórum deplum við serførleika innan eitt ávíst og avmarkað umráði. Teir spesialiseraðu viðgerðardeplarnir fara at fáa sjúklingar, ikki bert úr heimlandinum, men eisini  úr øðrum londum, sum eru ov smá at hava slíkar førleikar.

Hetta rákið móti spesialisering er ein størri trupulleiki hjá smáum samfeløgum enn stórum. Ein størri trupulleiki hjá smáum sjúkrahúsum enn hjá stórum. Og her skulu vit minnast til, at Føroyar við sínum hálvthundraðtúsund íbúgvum eru smáar sjálvt um, vit høvdu bert eitt sjúkrahús. Vit sleppa tí ikki undan einari støðutakan til, um vit skulu gerast ein tættari partur av onkrum útlendskum heilsuverki ella ganga okkara egnu leiðir. Tá vit taka hesa støðu, er tað neyðugt at hava púra greitt fyri okkum hvørji mið og mál okkara viðvíkjandi heilsuverkinum í grundini eru – ikki bert hjá okkum sum læknar, men hjá Føroya fólki.

Spyrja vit fólk, um tey vilja hava eitt heilsuverk, sum er á leið við tað í hinum  Norðurlondunum ella vit kunnu noyðast við eitt, sum hevur sama standard sum tey fjarskotnu búplássini í arktiska økinum, so er svarið helst greitt. Tey vilja hava somu heilsuverkstænastur, sum tey í Reykjavík, Keypmannahavn, Oslo, Stokkholm og Helsinki fáa. Bæði tær nágreiniligu diagnostisku útgreiningarnar og tær dýru viðgerðirnar. Her verður eisini hugsað um atgongd til skundviðgerðir – tað er diagnostik og viðgerð, sum skal fremjast innan fáar tímar frá sjúkubyrjan. Til dømis viðgerð av tøppum í æðralagnum í ymiskum gøgnum. Borgarin væntar, at ein tøppur  í heilanum hjá einum, sum gongur á bygd í Føroyum og einum, sum gongur í Malmø, verður viðgjørdur líka skjótt og effektivt. Og um hetta ikki er okkara ambitión, so eigur tað at verða sagt hart og greitt av politiska valdinum - at vit hava valt eina vánaligari tænastu í Føroyum fyri at spara pengar á heilsuøkinum, tí vit heldur vilja brúka pengarnar til onnur endamál. Hetta kann vera eitt politiskt heilt vælgrundað val, men so skal politiska valdið standa við valið og ikki lata sum um, at alt er, sum tað eigur. Hin vegin um politiska valdið sigur og meinar, at heilsutænastan skal vera eins góð her heima hjá okkum sum aðrastaðni, so setur tað stór krøv til skjótan diagnostik í primera sektorinum, stór krøv til eina flutningstænastu, sum virkar uttan drál, eisini tá talan er um sjúklingar í útoyggj og umborð á skipum á føroyskum havøki og so sjálvandi eisini krøv til sjúkrahúsverkið. Og hetta kostar pengar.

Vit kunnu sum sagt velja at gerast partur av einum útlendskum sjúkrahúsverki og so gjalda tann relativt lítla eyka flutningskostnað, sum hetta fer at hava við sær í flogferðaseðlum. Á henda hátt fáa vit beinleiðis atgongd til serdeildir á øllum økjum uttan seinkandi visiterandi innlegging her heima. Trupulleikin við hesi loysnini er tó, at vit hóast hetta mugu hava eina  sjúkrahústilbúgving til bráðkomnar sjúkur og skaðar. Og henda tilbúgving má vera á einum ávísum støði fyri at vera forsvarlig. Tað merkir diagnostiskan útbúna og akuttan viðgerðarførleika – veri tað seg kirurgiskan sum medisinskan. Við øðrum orðum er tað soleiðis, at sjálvt um vit velja at integrera okkum í eitt útlendskt stórt sjúkrahúsverk, so verða minimumskrøvini til akuttførleikan á sjúkrahúsunum í Føroyum á leið tað sama, sum vit hava í dag. Einasti munur verður stórt sæð, at konsulentskipanirnar, sum vit í dag fáa úr øðrum londum kunnu takast av, tí sjúklingarnir við sjúkum, sum konsulentarnir vanliga taka sær, verða tá sendir av landinum.

Hin vegurin er at menna okkara heilsuverk við teimum diagnostisku og viðgerðarligu førleikum, sum eitt nýmótans heilsuverk krevur. Skulu vit tað, er tørvur á nógvum serlæknum afturat. Til tess at samanbera serlæknatørvin í sjúkrahúsverkinum hjá okkum, kunnu vit samanbera við læknatalið  í Danmark. 

Eg havi brúkt eina spildurnýggja meting frá Sundhedsstyrelsen, har teir meta um læknatørvin, nú og fram til 2040. Teir meta læknatørvin fyri hvørjar 1.000 íbúgvar, og so havi eg bara faldað upp til okkara fólkatal.

Tá fáa vit hesi ikki sørt skelkandi tøl: 

• um vit samanbera okkum við serlæknamanningina í Danmark áttu 143 serlæknar (yvirlæknar og kommunulæknar) at verið í Føroyum

• í dag eru 42 serlæknar í starvi innan sjúkrahúsverkið og 24,5 kommunulæknar.  Beint nú eru 7 ósett sjúkrahúslæknastørv 9,5 ósett kommunulæknastørv

• 10 av teimum 42 serlæknunum fara skjótt frá fyri aldur, tí teir eru eldri enn seksti ár

• vit mangla sostatt í dag  út við hundrað læknastørv, av teimum uml. seksti serlæknar, um læknatænastan skal vera á sama stigi í Føroyum sum í Danmark. 

Her skal so sigast, at í dag hava vit konsultentskipanir úr ymsum grannalondum, serliga Danmark og harumframt senda vit nógvar sjúklingar av landinum. Tað bøtir sjálvandi um serlæknatørvin, sum henda samanbering vísir.   

Farnu árini eru fleiri serlæknar komnir í starv. Men lat meg minna á, at hetta sum er avsett, er ikki nóg mikið og hartil skal eitt miðvíst rekrutteringsarbeiði gerast. Mátin at rekruttera læknar er ikki at seta lýsing í føroysk bløð eftir yvirlæknakompetentum fólki. Nei, tað er við at gera eina ætlan um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera í hvørjari sergrein, og so seta seg í samband við teir læknar, sum kunnu enda í hesum størvum um eini 5 til 10 ár. Soleiðis at hesir kunnu innrætta sítt familjulív eftir at koma heim aftur ein dag. Og lukkutíð er eitt lutfallsliga ógvuliga stórt tal av føroyingum undir útbúgving til lækna, men vit mugu altso geva teimum eina grundaða vón at kunna koma heim aftur ein dag. 

Játtanin til heilsuverkið
Hyggja vit at fíggjarlógini, síggja vit, at útreiðslurnar til heilsuverk veksa  spakuliga og eru nú góðar 1,2 mia. 

Um vit hin vegin samanbera okkum við hini Norðurlondini, soleiðis sum vit kunnu lesa tað í frágreiðingini frá NOMESCO 2017, so síggja vit, at vit liggja lágt í útreiðslum til heilsuverkið. Bæði hvat heilsuverkið kostar fyri hvønn íbúgva og sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni. Vit loyva okkum at brúka hesi tøl frá NOMESCO, tí hetta eru tey tøl, sum heilsumyndugleikarnir í ymsu londunum sjálvir hava uppgivið – og hvørt land sær, eisini Føroyar,  er umboðað í arbeiðsbólkinum handan hesa frágreiðing. Tíverri síggi eg ikki útreiðslutøl úr Føroyum seinastu árini. Okkara BTÚ veksur í hesum árum og seinasta eg finni á heimasíðuni hjá Hagstovuni er fyri 2015, og tá var hon 16.848.000 krónur. Og rokna vit útreiðslurnar til heilsuverkið, sum part av 2015 BTÚ-inum, gevur tað 7,4 %. Roknað vit við BTÚ, sum Búskaparráðið kunngjørdi í gjár so er BTÚ í 2018 19.637 mill. kr., so fellir parturin til heilsuverið til 6,3%. Sum tit síggja liggur tað munandi undir tað, sum hini Norðurlondini brúka.

Eg skal ikki fara inn á økonomiskar neyvar útrokningar her. Tí samanberingar kunnu vera truplar – tí tað kann vera ymiskt, hvat tey ymisku londini rokna uppí – privat betaling, røktarheim etc.  Vit í  Læknafelagnum bóðu í 2015 ein økonom við serligum kunnleika til heilsuverk gera ein meting av okkara útreiðslum samanborið við grannalondini. Hansara niðurstøða var, at vit brúktu munandi minni enn hini, t.d. uml. 350 mill. kr. minni enn Danmark í 2013. Tað er dýrari at reka eitt lítið heilsuverk enn eitt stórt, og tí áttu Føroyar at brúkt lutfalsliga meira uppá heilsuverkið enn onnur lond fyri at halda sama støði. 

Útrokningarnar í hesari kanning vístu, at Føroyar brúktu munandi minni í heilsuútreiðslum, enn onnur lond í kanningini gjørdu tá. Og mín niðurstøða er, at tað gera vit enn – og onkursvegna kunnu vit taka lága læknatalið sum eina ábending um tað. 

Digitalisering av heilsuverkinum ikki dagførd
Øll vit, sum eru komin eitt sindur til árs, hava sæð, hvussu digitala kollveltingin umgjørdi bankarnar. Frá bankabókum og nógvum bankadeildum til digitala peningaumsiting, sum er opin alt døgnið. Bankarnir gjørdu stórar íløgur í digitaliseringina og heysta í dag ágóðan. Vit í heilsuverkinum eru eftirbátar í ólukkumát.

Menningin av digitalisering innan heilsuverkið hevur ment seg skjótt allastaðni og kann vera við til at betra um heilsuverkið. Umráðið er sera komplekst og nógvar KT-verkætlanir hava miseydnast. Erfaringarnar hava mangan verið dýrar.

Við tí landsumfatandi felags e-journalini COSMIC, sum umfataði bæði sjúkrahúsini og kommunulæknarnar, fingu vit eitt gott grundarlag fyri menning av tí digitaliseraða heilsuverkinum. Men síðan tá hevur menningin gingið seint, og hevur ikki havt somu ferð sum hjá øðrum Norðurlondum, sum vit kunnu samanberast við.

Heilsuupplýsingar frá innleggingum uttanlands, t.e. serliga RH, eru ofta ikki til taks hjá læknanum, sum hevur ábyrgdina av viðgerðini í Føroyum. Tað fer fram umvegis vanlig brøv, men ikki beinleiðis yvir í okkara Talgildu Heilsuskipan.

Borgarin hevur ikki atgongd til at síggja egna journal ella medicinlista, hvørki frá danska heilsuverkinum ella frá COSMIC. Tað er ikki ein beinleiðis trupulleiki fyri sjúklingatrygdina, men er ikki tíðarhóskandi, tí sjúklingurin er fremsti eigari av egnari journal.

Okkara áheitan frá Læknafelagnum var í 2017, at myndugleikarnir taka hesa avbjóðing í álvara og seta neyðuga peningin av til at gjøgnumdigitaliserað alt heilsuverkið – hetta krevur nógv visioner heilsustarvsfólk, nógvar innovativar kt-serfrøðingar og hollan juridiskan/administrativan stuðul til tess at bróta niður tær formligu barrierurnar fyri at samskifta elektroniskt og beinleiðis við útlendskar veitarar av heilsutænastum. Umráðið mennist ikki av sær sjálvum, men gera vit onki gerast vit eftirbátur og tað fer at skaða okkum. 

Viðgerðartrygd
Viðgerðartrygd, hvat er tað. Jú, í míni verð er tað, at ein føroyingur sum gerst sjúkur fær eina diagnosu so tíðliga sum gjørligt til tess at minka um skaðarnar av sjúkuni. Tað kann t.d. vera, at diabetes typa 2 verður uppdaga týíðliga, tí so kann hon viðgerast væl. Hin vegin sleppur hon at verða óviðgjørd í áratíggju, ja so kann skaðin verða stórur nógva staðni í kroppinum. Í hinum endanum hava vit so tær herviligu krabbasjúkurnar har skjót diagnosa er avgerðandi fyri prognosuna. Tá um sukursjúku ræður, tosa vit um at framskunda diagnosutíðspunktið við árum og innan krabba við vikum til mánaðum – hetta fyri at røtt viðgerð verður sett í verk. 

Viðgerðartrygd er eisini, at fólk á bygd og útoyggj hava møguleika at koma til holla sjúkugreining um tey t.d. fáa tekin til blóðtøpp í hjartað ella heila. Ert tú staddur tætt við eitt vælútgjørt sjúkrahús, so kann tøppurin staðfestast og upploysast, men hetta skal ganga við rúkandi ferð og verða framt innan fáar tímar. Men úrslitið, tá tað eydnast er so eisini, at sjúklingurin kann útskrivast óskerdur í likams- og andsførleikum, í mun til at hann óviðgjørdur ella ov seint viðgjørdur gerst røktarsjúklingur. 

Tað eru helst bíðilistarnir, sum fólk hugsa um, tá vit siga viðgerðartrygd. Sjálvandi kunnu vit altíð royna at rationaliserað arbeiðið. Men tað einsamalt loysir ikki trupulleikan, tá vit læknaliga sæð eru so illa mannaði. Tað ber sjálvandi til at geva einum ávísum bólki av sjúklingum, t.d. við krabbameini, eina trygd fyri at viðgerðin er byrjað innan ávíst dagatal frá diagnosudegnum, men tað vil so taka frá onkrum øðrum sjúkubólki, uttan so at vit senda hesar sjúklingar av landinum til viðgerðar. Og tað er sjálvandi ein møguleiki meðan vit bíða eftir, at okkara manning gerst hóskandi. 

Mítt uppskot er tí, at vit fáa yvirlit yvir bíðitíðirnar í heilsuverkinum og at hetta liggur alment frammi og skrivað við orðum sum bæði sjúklingar og politikarar og fyrisitarar skilja. T.d. hvussu long bíðitíð er at koma til eygnalækna at viðgerast fyri gráan star; hvussu long er bíðitíðin at koma til ein giktalækna; hvussu long er bíðitíðin at koma til viðgerð fyri krabba í lungunum, prostata, bróstinum o.s.fr. Hesi tøl høvdu talað og heilt vist ført til framskundingar, tí ein langur bíðilisti hevði verið ein politiskur trupulleiki her í okkara samfelag. Og sum sagt, kunnu vit ikki viðgera sjálvi, ja so eru hópin av sjúkrahúsum at vísa til uttan fyri Føroyar. 

Í fleiri  ár hava  vit í Føroyum uppliva tað absurda, at Landssjúkrahúsið boðar frá, at tað hevur ikki ráð at fremja ætlaðar viðgerðir og heldur ikki at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið fyrr enn eftir nýggjár, tá nýggj fíggjarlóg loyvir hesum. Sum borgari haldi eg, at tað er at gera seg inn á grundleggjandi borgararættindi at nokta teimum viðgerð, sum eru so óheppin at hava viðgerðartørv seint á árinum. 

Niðurstøður
Læknafelag Føroya heldur, at føroyska samfelagið eigur at gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava. Um vit lata standa til, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein  politiskur trupulleiki. Upplýsingar á internetinum og í miðlum fara at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tænastan er aðrastaðni. 

Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin veksur skjótt í hesum árum, men spurningurin er, um føroyingar vilja gjalda tað, sum tað kostar. Lutfalsliga lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum og  lági parturin av bruttotjóðarúrtøkuni, sum hevur verið brúktur til heilsuverkið, er ein vandamikil gongd. Læknafelag Føroya fer tí at ávara í móti hesi gongdini. Læknatrotið í føroyska heilsuverkinum ger, at føroyingurin fær minni og minni ágóða av teimum frambrotum, sum vísindin ger úti í heimi. 

Vegna 
Læknafelag Føroya
Pál Weihe, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo