Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Onnur tíðindi

Arkitekturin J.P. Gregoriussen - Palle - bjóðaði herfyri Tórshavnar kommunu allar myndir sínar, sum stóðu í goymslu hansara í Doktara Jakobsens gøtu 15. Millum myndirnar eru myndirnar til bók hansara, “Um Heimsins Borgir”, sum hann gav út í 2002.

Á samkomu á Ráðhúsinum í gjár handaði Palle Gregoriussen Anniku Olsen, borgarstjóra, tekningarnar. Hann segði m.a., at hann vónaði, at hesar myndir fara at verða borgarum í Tórshavnar kommunu og øðrum til gagns og gleði. Talan er um ikki færri enn 66 myndaplansjur við tilsamans 265 tekningum

Palle Gregoriussen er havnarmaður og vaks upp niðast í Bøgøtu. Hann er kendasti arkitektur í Føroyum. Kirkjur, skúlar, stovnar, søvn, sethús og mangt annað er komið frá hansara hond hesi mongu árini.

Millum kendastu verkini munnu vera Ellisheimið í Vágum, Útvarpshúsið og Listaskálin í Havn. Listaskálin varð útbygdur í 1993, og tað er einki at taka seg aftur í, at Listasavn Føroya, sum tað stendur nú, er eitt høvuðsverk, ið stendur hansara hjarta serliga nær. Tí hann er listamaður sjálvur og hevur øll síni virknu ár havt beinleiðis samband við føroysk listafólk og føroyska myndlist.

Ætlandi verða myndirnar at síggja á eini komandi framsýning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo