Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Týskvøldið 9. januar 2018 beindi ein palestinskur yvirgangsmaður fyri jødiska rabbinaranum Raziel Sheva. Hetta hendi tá ið Raziel koyrdi í bili sínum nærhendis Nablus.

Brádliga varð skotið úr einum øðrum bili og Raziel varð raktur í nakkan. Hann megnaði at ringja til konu sína at fáa hana at ringja eftir sjúkrabili, skrivar blaðið Times of Israel.

Sjúkrabilar vóru skjótir á staðið og royndu at støðga bløðingini áðrenn teir koyrdu hann á sjúkrahúsið í Kfar Saba, har staðfest varð, at 35 ára gamli Raziel var deyður.

Fjølmiðlarnir í Ísrael umrøða skjótingina sum eina yvirgangsatgerð.

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu sigur, at ein vanvirðisligur yvirgangsmaður drap Raziel Sheva.

Eftir Raziel situr kona við seks børnum. Hann arbeiddi m.a. sum sjálvboðin í bjargingartænastuni Magan David Adom.

- Raziel var óførur sum studentur, tætt knýttur at Gudi og hann var góður við øll kring seg, sigur ein vinur hansara við tíðindastovuna Ha'aretz.

- Yvirgangurin fær ongan enda, og hesaferð varð ein raktur, sum hevði vígt lív sítt at hjálpa øðrum, líkamikið hvørji tey vóru. Vit fara at stríðast og sigra, vit noyðast at jagstra og revsa, vit troysta og syrgja, saman við konu og seks børnum hansara og familjuni. Signað veri minnið um Raziel Sheva, sigur ísraelski andstøðuleiðarin Isaac Herzog.

Palestinski yvirgangsfelagsskapurin Hamas fegnast um drápið, sum teir kalla ein hetjugerð, og siga, at fleiri álop fara at koma.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo