Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Fríggjadagin 11. mai og Leygardagin 12. mai skipar Parasport Føroyar fyri NM í boccia.

Kappingin verður í Stórhøllini á Hálsi, og kappast verður báðar dagarnar frá kl 0900.

Hetta er triðjuferð at Føroyar eru vertir fyri kappingini ið verður hildin annaðhvørt ár.

Uml 65 luttakarar og 40 hjálparfólk úr øllum norðurlondum koma til Føroyar at kappast, og verða eisini 6. Føroyskir luttakarar við í kappingini.

Boccia er eitt spæl sum minnir um curling og petanque, bert við bleytum bóltum, og er sera væl egnað til fólk við ymiskum rørslutarni.
Boccia er Paralympisk ítróttargrein, men enn er tað ikki eydnast nøkrum føringi at kvalifisera seg til PL í hesari ítrótt.

Serliga avbjóðingin í samband við fyriskipanina av slíkum tiltaki er at nógvir av luttakarunum sita í koyristóli, men tað er eydnast at skaffa hotellkømur og flutning til allar 30 koyristólsbrúkararnar.

Parasport Føroyar vil bjóða øllum áhugaðum at koma í Stórhøllina leygardagin at hyggja eftir kappingini ið er ókeypis, og at stuðla føroysku luttakarunum.

Einstaklingakappingarnar verða fyrra dagin, og liðkappingarnar verða seinna dagin.

Kappingin verður sett Fríggjadagin 11. mai kl 0830, og væntandi verða heiðursmerkjahandanir Leygardagin 12. mai umleið kl 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo