Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Innlendis ítróttur

Í døgunum 11. og 12. mai verður skipað fyri Norðurlendameistaraskapi í Boccia í høllini á Nabb í Tórshavn.

Rigmor Dam  landstýriskvinna í mentamálum og verji fyri Parasport Føroyar setir stevnuna kl 8.30 fríggjadagin 11. mai.

Tilsamans eru 112 ítróttafólk og leiðarar úr øllum norðanlondum. Samlaða talið, er omanfyri 150 fólk, sum eru virkin til tiltakið, tá dómarar, linjudómarar v.m.

Kappast verður í tveir dagar og endar kappingin við heiðursmerkjahandan leygardagin umleið kl 15.

Øll eru vælkomin í høllina at hyggja eftir kappingini, sum er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo