Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Alan Pardew tekur við starvinum sum nýggjur West Bromwich Albion venjari, boða enskir miðlar frá í dag.

Hetta hendir, eftir at Everton eisini hevur boðað frá í dag, at tað hevur sett ein nýggjan venjara í starv  - Sam Allardyce.

Alan Pardew tekur við eftir Tony Pulis, sum hevði verið venjari hjá WBA síðan 1. januar 2015.

Sáttmálin hjá Pardew er fram til endan av 2019/20 kappingarárinum.

Pardew hevur áður verið venjari hjá m.ø. Charlton, Newcastle og Crystal Palace. Hann varð koyrdur sum Crystal Palace venjari 22. desember í fjør.

WBA liggur í løtuni á einum 16. plássi í Premier League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo