Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Er Ólavsvøkukabarettin flytt inn í Løgtingshúsini við Reynatúgvuni sum fremstu super-klovn?

Eftir at okkara DØGURDA-FOBISKI løgtingsformaður, uttan nakað kent præcedens, hevur hildið løgtingslimir fyri spott við fyrst at kalla teir inn í úrtíð, og so stutt eftir at blaka teir aftur á dyr, er uppá høgu tíð at seta mannin úr sínum embæti.

Hann er slett ikki førur fyri at fungera sum formaður í okkara parlamenti.

Henda ókvalificeraða og ótilrokniliga tjóðveldis-rukkan heldur jú Tingið fyri tað turra spott!

Hann reducerar Tingið til eitt tragikomiskt cirkus, uttan álvara og kemiskt frítt fyri nakra "tign"..

Latið ikki Løgtings-leikin konkurrera við tann professionella skemtileikin á sjónleikspalli.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo