Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Tað kostar tá børsskrásettar fyritøkur ikki levera tað, sum eigararnir vænta. Ofta er nógv av tí ringa roknað inn í kursin, men í morgun hevur hugurin at sleppa sær av við Bakkafrost partabrøvini verið stórur, eftir at stóra alifyritøkan hevur boðað frá, at rakstrarúrslitið fyri 2018 er góðar 300 milliónir krónur slakari enn tað var í 2017.

Partabrævið varð tá dagurin í gjár endaði handlað fyri 473,4 norskar krónur, men er í skrivandi løtu komið niður á 428,2 NOK. Tað hevur onkra løtu verið heilt niðri á 417 NOK, og er nógv mest handlaða partabrævið á Oslo Børsi í morgun.

Kursurin hevur verið svingandi seinastu tíðina, og er hóast alt góð 12% hægri enn hann var fyri einum ári síðani.

Bakkafrost fer í apríl at gjalda partaeigarunum góðar 8 kr í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

Fylg við á Oslo Børs her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo