Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Vinna

Partafelagið Tjaldur eigur nú 5% av BankNordik og er tí nú stóraktionerur í bankanum.

Tjaldur hevur boðað bankanum frá, at felagið eigur 500.021 partabrøv sum er 5%. Og tað hevur bankin boðað børsinum frá.

Við seinasta kursi eru partabrøvini hjá Tjaldri í BankNordik verd slakar 54 mió kr. Men uppí søguna hoyrir eisini, at bankin júst hevur samtykt at gjalda út vinningsbýti til partaeigararnar, og fyri síni patabrøv fær Tjaldur 3,5 mió kr í vinningsbýti áðrenn skatt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo