Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 19/2018 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um savnið og ognir hjá Postverki Føroya.

Spurningurin var soljóðandi:

1. Er samlaða gávan, ið Postverk Føroya fekk frá Det Danske Postvæsen, framhaldandi í varðveitslu hjá Postverkinum?

2. Eru allir søguligir ognarlutir: stempul, tornyster, brevkasser o.s.fr. samlaðir á einum stað og ogn hjá almenna felagnum Postverk Føroya?

3. Postverk Føroya átti virðismikla frímerkjasamling, listaverk (tekningar og málningar, sum vórðu brúkt sum motiv til frímerkir) gjøgnum tey 30 árini sum almennur tænastustovnur, seinni partafelag. Eru hesi framvegis almenn ogn?

4. Nú ætlanin er at selja Postverk Føroya til privatar, kann landsstýrismaðurin so tryggja, at søguligu dýrgripirnir hjá Postverkinum verða varðveittir og samlaðir á einum stað, ið kann lýsa henda týdningarmikla partin av Føroya søgu fyri nútíðini og komandi ættarliðum?

Svar:

Svarað verður undir einum.

Samlaða gávan, serliga stempul, skjøl og yvirstemplað frímerki, sum Postverk Føroya fekk frá Det Danske Postvæsen í 1976, er partvís tøk og er í varðveitslu hjá Posta. Tíverri má eisini staðfestast, at partur av gávuni ikki er at finna; talan er um lutir og skjøl, sum helst av misgáum eru burturbeind í sambandi við, at lutirnir eru fluttir fleiri ferðir seinastu nógvu árini. Arkið við yvirstemplaðum frímerkjum frá fyrra heimsbardaga er kortini varðveitt í bankaboks.

Fleiri postlutir eru tó enn í varðveitslu hjá Posta. Partur av hesum lutum verður sýndur fram í postavgreiðsluni á Óðinshædd. Lutir, sum verða mettir at hava áhuga uttan fyri Havnina, eru latnir ella verða latnir ymsum søvnum kring landið í varðveitslu. Nevnast kann m.a., at nakrir lutir, sum eru knýttir at posthúsinum í Klaksvík, eru latnir Norðoya Fornminnafelag; aðrir lutir eru ella verða latnir til Sandvíkar, Miðvágs og Mykinesar, har skipað verður fyri framsýningum í gomlu posthúsunum. Hesi lokalu postsøvnini verða væntandi klár næsta summar. Uppaftur aðrir lutir eru latnir Tjóðpalli Føroya í varðveitslu. Søvn Landsins hava eisini fingið nakrar lutir í varðveitslu, og saman við Søvnum Landsins er farið undir at skráseta allar teir postlutir, sum eru tøkir.

Málningar, myndir, litografi o.a., sum hava verið myndaevni til frímerkjaútgávur, eru á goymsluni hjá Posta á Óðinshædd. Hetta tilfar hevur verið brúkt til ymsar framsýningar um frímerki ella um listafólkini sjálv. Afturat hesum eigur Postverkið nakað av list, sum ætlandi verður skrásett saman við Listasavni Føroya.

Bæði listaverk og lutir, sum eru knýttir at postala virkseminum, hava ávíst peningaligt virði, men meiri umráðandi er, at lutirnir hava søguligt virði fyri føroyingar og ta føroysku postsøguna. Umráðandi er tískil at tryggja, at hesi listaverk og hesir lutir verða verandi ogn hjá landinum, og hetta verður tikið upp, tá ið farið verður undir at viðgera uppskotið um at einskilja Postverk Føroya.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. oktober 2018
Poul Michelsen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo