Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Innlendis ítróttur

Patrik Johannesen, her í venjingardysti móti Liktinstein, er úttikin til dystirnar móti Spania og Norra. Patrik avloysir Jákup L. Thomsen, sum hevur givið avboð vegna skaða - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Mánadagin verður av álvara sett hol á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra, sum verða á Tórsvølli fríggjadagin 7. juni, og mánadagin 10. juni.

Fyri lítlari viku síðani kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari føroyska hópin til komandi dystir, men venjarin verður nú noyddur at síggja burtur frá Jákupi Ludvig Thomsen, ið hevur sína dagligu gongd í íslendska FH.

Jákup er skaddur, og hevur tí givið avboð. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Patriki Johannesen úr KÍ.

Hópurin

Teitur Matras Gestsson, HB

Karstin Hansen, Skála

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)

Magnus Egilsson, HB

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)

Andrias Høgnason Eriksen, B36

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)

Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)

Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)

Árni Frederiksberg, B36

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Patrik Johannesen, KÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo