Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

- Nú er nokk. Líka útbúgving, líka løn.

Soleiðis legði Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, út við at siga, tá hann bjóðaði áhoyrarunum vælkomnum á Vaglið seinnapartin í dag til mótmælistiltakið til frama fyri pedagogarnar.

Tað var Pedagogfelagið, sum skipaði fyri tiltakinum.

Á skránni var sangur frá Rana Nolsøe og røður frá Óluvu í Gong, forkvinnu í Føroya Sjúkrarøktarfelag, Sóley Samuelsen, Lív Patursson, Hildur Patursson og Gunnvá Edvardsdóttir, umframt at ung diskaðu upp við rokki, hipp-hoppi og heavy rokki.

Tað afturvendandi á mótmælistiltakinum í dag var, at CEF-samgongan fekk av grovfíluni fyri ikki at halda givin lyfti undan løgtingsvalinum í 2015 - og sum heild fyri ikki at vera frægari enn undanfarna BADH-samgongan:

Sitatir frá tiltakinum:

Gunnvá Edvardsdóttir: Hendan samgongan letur fakfelagið bløða. Halda tit, at okkara samgonga tignar okkum? (Eitt stórt nei, rungaði frá fjøldini sum aftursvar, red). Kristina Háfoss fær ongantíð mína atkvøðu aftur.

Sóley Samuelsen: Eg undraðist á undanfarnu samgongu, at hon ikki vildi geva pedagogunum eitt lønarlyft. Men eg undrist enn meira á sitandi samgongu, sum lovaði gull og grønar skógir. Haldið nú tykkara vallyfti.

Hildur Patursson: Nú eru pengar í kassanum til at rætta skeivleikan. Nú er okkara tíð komin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo