Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Føroysku peningastovnarnir hava fingið eina frágreiðing til viðmerkingar, sum er handað landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum. Frágreiðingin er gjørd av einum arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin hevur sett at lýsa møguleikarnar fyri at flyta KT-kervið hjá peningastovnunum heim aftur til Føroya. Við hesum letur Felagið Peningastovnar sínar viðmerkingar til málið.

Nýggja landsstýrið vrakaði avtalu
Í almennari fráboðan tann 25. mars 2015 boðaðu Felagið Peningastovnar, Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið í felag frá, at ein óheft kanning skuldi setast í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT-skipanunum hjá føroysku peningastovnunum1. Landsstýrið og peningastovnarnir komu ásamt um ein arbeiðssetning, sum staðfesti, at ein ráðgevingarfyritøka skuldi gera kanningina undir skipan av einum føroyskum stýrisbólki. Fyri at tryggja ta neyðugu servitanina og óheftnið samdust partarnir um, at tað var neyðugt at leita sær útlendska ráðgeving at gera kanningina.

Áðrenn kanningin varð sett í verk, varð nýggj samgonga skipað, og stutt eftir varð Felagið Peningastovnar boðið á fund við landsstýrið. Á fundinum gjørdi landsstýrið greitt, at avtalan við peningastovnarnar um at seta eina kanning í verk sambært tí arbeiðssetningi, sum partarnir áður vóru komnir ásamt um, ikki var galdandi longur. Í staðin fór nýggja landsstýrið at seta sína egnu kanning í verk samsvarandi tí, sum er fest á blað í fylgisskjalinum til samgonguskjalið, har tað stendur skrivað, at: “saman við fakfólki skal gerast ein greið ætlan fyri, hvussu KT-tænasturnar og persónsupplýsingarnar, sum farnar eru av landinum, kunnu flytast heimaftur við fyrimuni.”

Les hoyringssvar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann