Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Landsfelag Pensjónista vil í samband við komandi val heita á politisku flokkarnar, at taka viðurskiftini hjá pensjónistum við í valskránna, har m.a. hesi mál hava stóran týdning:

Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt
Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald.

Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald.
 
Hækka grundupphæddina
Skattafría grundupphæddin skal hækkast við í minsta lagi 580 kr., sum hon varð lækkað við í 2016.

Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000
Tað skal kunna løna seg hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur.

Í dag verður viðbótin mótroknað, tá inntøkan fer uppum kr. 61.900 fyri støk og kr. 80.000 fyri hjún, og tá er brennistuðulin eisini tikin burtur.

Mælt verður eisini til, at mótrokningarprosentið í viðbótini verður lækkað frá 60% til 30%.
   
Fráfaringaraldurin skal burtur

Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur.

Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum.

Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

13. aug. 2019
Landsfelag Pensjónista    
                       

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo