Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Sitandi samgonga hevur við dupultskatting av pensjónum sýnt ein ósømiligan atburð ímóti eldra ættarliðnum, sum hevur uppiborið betri lívskor. Dupultskattingin skal setast úr gildi skjótast gjørligt.

Vit eiga at vísa størri virðing fyri okkara eldru borgarum, ið veruliga hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, sum vit øll njóta gott av í dag.

Tað er óskiljandi, at núverandi vinstravenda samgonga framhaldandi velur at skatta bæði inngjaldið hjá tí einstaka til samhaldsfasta og útgjaldið til okkara pensjonistar. Hendan dupultskattingin hevur við sær, at samlaða hækkingin í pensjónini, sum henda samgonga hevur reypað av, í roynd og veru bert er ein viðfáningur hjá eldra ættarliðnum. Hetta er at kasta torvmold í eyguni á fólki.

Sjálvsagt eigur hendan dupultskattingin at halda uppat ongantíð ov skjótt. Útgjaldið úr samhaldsfasta til okkara pensjonistar átti ikki als at verið skattað yvirhøvur, men heldur verið ein skattafrí veiting, sum veruliga kundi gjørt mun hjá øllum okkara fólkapensjonistum.

Sum samfelag hava vit í dag væl ráð til hetta, eisini um hetta merkir, at kommunurnar og landskassin ikki fáa hesar skattainntøkur.

Tí taki eg fult og heilt undir við samtyktini frá Landsfelag Pensjónista frá 2. apríl 2019:

•      at vit skjótast møguligt avtaka skattingina av samhaldsfasta við útgjald

•      at skattafría grundupphæddin hækkar við minst 580 kr. um mánaðin

•      at pensjonistar kunnu vinna upp til 100.000 kr., áðrenn mótrokning fer fram í pensjónini

•       og at fráfaringaraldurin hjá pensjonistum fellur burtur, so tey, ið ynskja og megnað tað, kunnu arbeiða eftir, at tey eru farin um tey 70 árini.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins

- Vilji og dirvi til broytingar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo