Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Sum ikki einaferð, verður aftur nú lagt eftir pensjónistunum. Ferð eftir ferð fáa vit at vita, at tað eru pensjónistarnir, sum eru teir stóru syndararnir, tá samfelagnum vantar pening.

Aftur í kvøld kom hetta fram. Tað sá og hoyrdi alt Føroya fólk (uttan tey, sum vóru so framlig at hyggja at HM-fótbólti) í beinleiðis kjakinum í Degi og Viku millum figgjarnevndarlimir løgtingsins, forkvinnuna Ruth Vang og Bárður á Steig Nielsen.

Kjakið snúði seg um eykajáttanarumsókn Landssjúkrahúsins uppá 10 mió. kr., harav stovnurin seinnapartin í dag fekk játtað sjey mió. kr.

Toppmált
Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at Landssjúkrahúsnum vantar pening, men at skumpa hendan kostnaðarmikla trupulleikakenda kleppin yvir á pensjónistarnar, sum sambært fíggjarnevndarforkvinnuni kosta Heilsuverkinum alt ov nógvan pening, tí vit ditta okkum at gerast eldri og eldri fyri hvørt ár, er toppmált, Ruth Vang.

Tað er ikki okkara skyld, at Heilsuverkið kostar milliónir og aftur milliónir av krónum. Blakað heldur handan kostnaðarmikla bóltin yvir á politisku skipanina.

Landsfelag Pensjónista mótmælir harðliga, at limir okkara verða nýttir sum syndarar í slíkum kjaki sum hesum.

Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo