Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

- Vanliga plaga pensjónin og samhaldsfasti at koma síðst í mánaðinum, men nú komu báðar pensjónirnar tann 23. november, tað vil siga Black Friday, sigur pensjónistur sum undrast eitt sindur.

- Tann 29. og 30. í mánaðinum plaga pensjónin og samhaldsfasti at standa á kontuni, men ikki í november og tað fekk meg at hugsa um almannaverkið hevur nakað samstarv við handilslívið, sigur pensjónisturin sum hevur ringt til VP.

Pensjónisturin heldur at tað almenna eigur at koma við eini frágreiðing um, hví so er at báðar pesnjónirnar eru framskundaðar til júst henda dagin.

- Tað hevði verið áhugavert at vita, hvør orsøkin er til tess, tí um so er at almannaverkið gevur pensjónistum møguleika at brúka stóran part av pensjón og samhaldsfasta henda tilboðsdagin, so verður helst svangligt tá ið komið er miðskeiðis út í jólamánaðin, sigur pensjónisturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo