Kríggj enda nærum ongantíð soleiðis, sum hann ið byrjaði tað hevði ætlað
- Malcolm Forbes
Politikkur

Nýggja pensjónsskipanin loysir ikki trupulleikan við høgu mótrokningin fyri arbeiðsinntøku, og tí er hon als ikki eggjandi fyri pensjónistar.

Hvørki fyri tey, ið hava hug at arbeiða, ella tey, ið ikki kunnu arbeiða.

Pensjónistar og samfelagið skulu vera vinnarar
Ein skipan, ið er eggjandi - heldur enn oyðileggjandi - gagnar øllum pørtum í samfelagnum og er viđ til at styrkja vælferðarsamfelagið Føroyar.

Tí skal ein loysn fáast á hesum beinanvegin, tá ein nýggj stjórn tekur við í Føroyum.

Eingin má ivast í, at vit í Sambandsflokkinum fara at broyta pensjónsskipanina, so okkara pensjónistar fáa sína fríheit.

Pensjónistar, ið hava arbeiðsinntøku verða í veruleikanum skattaðir dupult. Fyrst av síni inntøku og síðani við mótrokning í pensjónini.

Nú hevur samgongan viđ Javnađarflokkinum á odda, sum nakað heilt nýtt eisini mótroknað í grundarupphæddini.

Fyri einstaka pensjónistin merkir hetta, at úrtøkan verður millum lítið og onki.

Orsøkin at taka eitt eyka tak er ikki fíggjarliga grundað, men heldur er tað eldhugurin, og tað at halda seg virknan, ið er drívmegin fyri framhaldandi at verða á arbeiđsmarknaðinum, eftir at pensjónsaldurin er rokkin.

Fleiri fyrimunir
Samfelagsliga eru fleiri fyrimunir við, at fólk hava hug at arbeiða longur. Og sjálvandi er tað sjálvboðið. 

Útboðið av arbeiðsmegi økist, og hetta er harðliga brúk fyri í Føroyum í dag, har flestu vinnugreinar skríggja eftir arbeiðsmegi.

Her vil penganýtslan hjá pensjónistunum hækka, skatta- og avgjaldsinntøkurnar økjast hjá landi og kommunum. 

Sambandsflokkurin mælir til eina skipan, ið eggjar teimum, sum hava hug at verða virkin á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur.

Hetta kann gerast við at hækka inntøkumarkið ella lata ein arbeiðsfrádrátt.

Við hesum kunnu pensjónistar velja eina lagaligari yvirgongd til pensjónistatilveruna.

Pensjónistar skulu hava frælsi til at velja, nær teir ynskja at fara av arbeiðsmarknaðinum. 

Tað tænir borgaranum og samfelagnum øllum.

Bárđur NielsenFormaður Sambandsfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo