Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Gud ávarar øll frelst menniskju ímóti heilaspuna. Tí fløkt ímyndan kemst av falskari læru, ið kann reingja sinni og hava við sær grovar og ræðuligar syndir í lívinum hjá einum frelstum persóni.” Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins,” sigur Harrin.

Talan er um eina sterka samanlíkning av tveimum mótsetningum. Annar er frelstur og hin er ófrelstur. Tann frelsti skal ikki lata seg lokka eins og børn ólýdnisins og liva eitt vanheilagt lív. Tí má ein sjálvboðin rannsaka lív sítt fyri at vita um heimsins dárskapur hevur snýkt seg inn.

Tingkonurnar nú á døgum siga: ”Stundin er nú komin til, at Føroyar dagføra lóggávuna, so samkynd og hinskynd verða javnsett í mun til borgarlig rættindi, eisini í hjúnabandslóggávuni”

Tað er sera týdningarmikið, at frelst menniskju ikki detta í allar fløkjunar í hesum serstaka málinum. Tí grundvøllurin sum borgarligu rættindi okkara skulu byggja á, má vera bíbilskur í einum kristnum samfelag. Tað er jú reinur logikkur, at hesi tingini eru samanhangandi. Og borgarligu rættindi okkara omaná kristna grundvøllin skulu sjálvandi spegla vilja Harrans og ikki øvugt – vilja okkara. Við fulla ráðið Guds menna vit kristna land okkara í framtíðini. Tí Bíblian er heiløgu vitaminir okkara, ið eru uppbyggandi fyri anda og sál.

Í hesum døgum verður hjúnarbandslógin løgd fyri tingið. Men borgarlig hjúnavígsla framd av sokallaðum verðsligum myndugleika má undir ongum umstøðum verða í andsøgn við orð Guds. Vit mugu læra okkum, at umsita borgarligar vígslur og samstundis verða standandi í eygum Guds. Orð Guds er jú skriva á hjartatalvurnar hjá øllum frelstum borgarum í hesum landi, sum flest øll halda, at Føroyar er eitt kristi land.

Sannleikar Guds eru bæði prædikaðir og praktiseraðir runt um í landi okkara. Gleðiboðskapurin um Jesus hevur ført við sær, at mong av teimum kallaðu og langtandi menniskjunum í landi okkara, hava fingið virðing fyri Bíbliuni og ynskja sostatt ikki, at almenna skipanin við fríum vilja fer at gera ímóti Bíbliuni. Eg fari staðiliga, at heita á tykkum øll, um at biðja Gud um hjálp og at kunngerða alt ráð Guds fyri føroyingum, ið eru falnir í følsk og ógudilig sjónarmið um borgarlig rættindi okkara. Slíkt fer illa við komandi ættarliðinum og børnum okkara, sum Gud hevur givið okkum til láns, at venja upp í náði Síni, til at elska og prísa navni Sonar Hansara.  

Frílynt fólk siga: “ Vit mugu gera alt fyri at tryggja, at hetta samfelagið rúmar so nógv – og so nógv ymisk – fólk sum møguligt.”

Hetta er eisini ein óbíbilskur og sera lúrin pástandur. Tí samfelag okkara rúmar heilt náttúruliga øllum menniskjum. Men ikki øll kunnu fáa alment viðurkend rættindi til alt. Fleiri eru villleidd í hesum, at samfelagið skal spretta í eini áhaldandi tilgongd inntil øll fáa eitt fullkomið versligt samfelag. Hendan lívs- og vælferðarfilosofiin er fullkomiliga avskorin frá Gudi og má tískil bólkast sum ein av mongum hvørvisjónum lygnarinnar.

Himmiríkið hevur í síni verandi tíðarleysu tilveru rúm fyri øllum. Men tey sum búðleikast í ríkinum, hava ongantíð stillað órímilig krøv til Guds hins Alvalda. Til dømis, krøv um eitt meira rúmligt ríkið – soleiðis, at tey áhaldandi skuldu hava hug at búgva hjá Gudi og at falnu einglarnir skulu fáa hug at venda heim aftur. Bíblian lærir, at tey sum búgva í ríki Guds hava alt, sum teimum tarvar. Tey elska at verða har.

Men Bíblian ávarar tey frelstu um ikki at geva djevulinum rúm! Legg tær í geyma hetta, at orð Guds altíð vísir sítt sanna andlit. Syndin byrjaði ikki á jørðini, men í himlinum. Og upprunin til alla synd stavar ikki frá hjørtum okkara, men hevur sín uppruna úr sál djevulsins – sum einaferð var salvaður kerúbur í ríki Guds. Og syndin var elligomul, áðrenn djevulin sprændi hana inn í sinn okkara, sum førdi við sær, at andi, sál og likam okkara doyði. Tað er vert at vita, at djevulin hatar frelst fólk, tí hin frelsti er føddur av nýggjum, tað vil siga, umaftur skaptur í mynd Guds.

Tað er so mangt vanheilagt, sum djevulin hevur fylt rúm, tíð og stað okkara við. Slíkt førir við sær, at rúm als ikki er fyri øllum í fyrst og fremst innara menniskja okkara, í samkomu Guds og elskaða landi okkara. Ríki Guds rúmar heldur ikki øllum, tí synd hevur onga atgongd til ríki Guds. Men tey sum elska Jesus eru fødd av nýggjum og hava fingið náði til bæði, at síggja og koma inn í ríki Guds.

Gud vil slett ikki, at vit eru viðvirkandi til smíðan og stovnan av vanheilagum lógum, sum hava til endamáls at normaliserað syndigan lívsstíl. Tí soleiðis geva vit djevulinum rúm, við at lóggeva rúmligar heimildir til hansara fyrimun, ið beinleiðis stoyta fólk í óføri. 

Tað er so nógv annað sum er “bent Out of Shape” og treingir til at rættast uppaftur. Og mitt í øllum hesum reisast bognaðir menn, sum hava vrakað orð Guds og liva í stríð við seg sjálvan. Men tað sum verri er, at hesir rópa hart um grundleggjandi virði, ið skulu fáa føroyska samfelagið aftur á beint, siga teir.

Tað eru serliga tey ógudiligu, ómoralsku og óetisku málini, ið eru sterkt viðvirkandi til at heil samfeløg rotna innanífrá. Framsókn leggur m.a. dentin á persónligt frælsi í sínum virðisgrundarlagi og ljóðar tað soleiðis: “Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.”

Við støði í veljaratølunum rokni eg við, at fleiri frælslyntir veljarar eru lopnir fram av og dottnir beint í díkið. Uttan iva hava fólk tikið ímóti virðunum við gleði, men hesi virðir hava í veruleikanum onga rót í sær. Eg meti, at hesi virðir eru somikið villleiðandi fyri alt fólki, at samanhangandi setningurin og innihald tess inniber fleiri logisk brot. Og ert tú typan sum skjótt fer upp at flákra, skal ikki nógv til –  áðrenn tú leggur afturat hetta: “...at eingin, uttan mun til aldur skal doyggja meir.” Skemtiliga tala, so haldi eg, at virðini hjá liberalistunum kanska hevði rokkið á mál og at skapa tað manglandi frælsi, sum langabbabørn teirra ikki megna.

Men Jesus vil, at øll menniskju í síni syndigu støðu, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika skulu venda við og viðganga sítt persónliga fortapilsi, biðja um fyrigeving syndanna og taka ímóti Jesusi við at trúgva Honum, at Hann er mentur, at frelsa teg burturúr syndini. Gevur tú lív títt til Kristus, verður tú av berari náði rættvísgjørdur av trúgv og fær frið við Gud við nýggja Harra tínum Jesusi Kristi. Hareftir fært tú full rættindi til, at liva eitt heilagt lív í Kristusi og virka fyri Hann allastaðni í øllum heiminum.

Fyrstani tá skalt tú skilja sannleika Guds, og hesin guddómligi sannleikin skal gera teg frían. Fær tí Kristus gjørt teg frían, verður tú av sonnum fríur. Amen!

Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo