Alf Larsen
- Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
Onnur tíðindi

Nýggja konan hjá Peter Madsen, russiska Jenny Curpen, skrivar á Facebook um persónar sum hava hótt seg og Madsen eftir at tað kom fram, at tey eru gift.

Sambært hennara Facebook-uppdatering giftust tey 19. desember.

Madsen er dømdur fyri at hava dripið journalistin Kim Wall í august 2017. Wall var ikki at finna eftir ein túr við kavbátinum hjá Madsen, og var seinni funnin parterað.

Madsen og Curpen giftust í fongslinum Herstedvester í Albertslund, sambært danska Ekstrablaðnum. Har fingu hjúnini tveir tímar saman.

Norska Dagbladet hevur havt samband við brúðrina, sum váttar at hon er gift. Annars vísur hon til sína uppdatering á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo