Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Á nevndarfundi hjá Íslendska Ítróttasamabndinum hin 31. august í ár, varð samtykt, at heiðra Petur Elias Petersen, fyrrrverandi forseta í Ítróttasambandi Føroya við gullmerki fyri góðan stuðul til íslendsku ítróttarørlsuna.

Gullmerkið varð handað Petur Elias av Lárus L. Bløndal, forseta í Íslendska Ítróttasambandinum á samkomu í Áarstovu sunnukvøldið 10. september.

Á samkomuni varð ÍSF umboðað av Elin H. Joensen, forseta, Petur Mittún, aðalskrivara og Jarvin F. Hansen, ítróttaráðgeva. Umboð fyri Íslendska ítróttasambanbandið vóru, tey, ið vóru við til Norðurlendska Ítróttafiundin í Føroyum, sum hevði verið í vikuskiftinum.

Petur Elias var forseti fyri ÍSF í seks ár, frá 2010 - 2016.

Frammanundan hevði hann sitið í starvsnevndini hjá ÍSF síðani 1995, har hann fyrst var skrivari í mong ár og var næstformaður í nøkur ár, til hann tók við sum forseti.

Herumframt hevur Petur Elias tikið lut í nógvum nevndararbeiði innan ítróttina. Eins og hann hevur verið virkin í norðurlendskum samarbeiði, og í altjóða samstarvi.

Íslendska Ítróttasambandið hevur gjøgnum árini havt avbera gott samstarv við Petur Elias og takkaðu umboðini fyri Íslendska Ítróttasambandi honum fyri gott samstarv og vinalag, ið Petur Elias altíð hevur sýnt íslendingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo